Nú mugu landsins kosnu traðka í karakter

Tað er nú landsins kosnu skulu koma við loysnum á, hvussu vit kunnu hjálpa teimum sperdu barnafamiljunum og teimum lágløntu.

Tá korona byrjaði í 2020, var man beinavegin klárur at bjarga vinnulívinum. Tað var deilt út við koronapakkum, einum fyri og ørðum eftir.

 

Ja vit sóu handilshús og vinnuna sum heild koma við størstu yvirskotum nakrantíð.

 

Nú er tíðin komin at bjarga okkara hart sperdu borgarum.

 

Lat okkum finna loysnir fyri, hvussu barnafamiljur, láglønt og fólkapensionistar skulu koma ígjøgnum hesa kreppuna.

 

Amerikanski tjóðbankin hevur koyrt rentuna 0,75% upp, og í sama viðfangi er væntandi, at rentan hækkar 6 ferðir bara í ár, og væntandi so fylgir restin eftir.

 

Við hesum hækkingum hevur samgongan eina álvarsliga uppgávu at loysa.

 

Vit síggja alvorliga príshækkingar á eitt nú olju, bensin og húsarhaldsvørum. Alt hetta ímeðan væntandi rentuhækkingar eru í væntu.

 

Oljuavgjaldið kann lækkast, tað kann gerast beinavegin.

 

Vit kunnu taka eitt størri avgjald frá alivinnuni og pelagisku vinnuni. Henda vinnan hevur ein so stóran vinning, ið ikki sæðst aðrastaðni í nøkrum parti av heiminum.

 

Lat okkum bretta upp um armar og koma í gongd sum skjótast, vit hava ikki ráð at bíða.

 

Vit mugu leggja eitt trygdarnet undir samfelagið, so vit ikki enda í somu støðu sum í 90’unum, tá kreppan rakti Føroyar, og 1000 tals familjur vóru noyddar at flyta úr Føroyum og ongantíð komu heimaftur á klettarnar.

 

 

 

Kári Johansen,

 

býráslimur,

 

Tórshavnar Kommuna,

 

Javnaðarflokkurin