Nú mugu vit umhugsa at gera tað ólógligt

Tað skal ikki undra meg, at springaradrápið í gjár fær avleiðingar

Nú eiga vit, av álvara, at umhugsa at gera tað ólógligt at drepa springara í Føroyum. Tað heldur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í grindamannafelagnum.

 

Tað sigur hann eftir springaradrápið á Skálafjørðinum í gjár, har næstan 1.500 springarar vórðu hildnir til. Nógvar atfinningar hava verið ímóti tí drápinum og ein, sum tekur kraftiga frástøðu frá tí, sum fór fram, er Heri Petersen, sum sjálvur er grindaformaður á Skálafjørðinum – men sum ikki fekk boð um drápið. Les meiri um tað her. Grindaformaður er skelkaður av drápinum í gjár

 

Sjálvur sigur Ólavur Sjúrðarberg, at hann hevur ikki sovið væl í nátt tí hann hevur ligið og hugsað um tað, sum hendi í gjár. Les meiri um tað her: Hetta var heilt forferdiligt

 

Ólavur Sjúrðarberg heldur, at hetta drápið verður til óbótaligan skaða fyri okkara umdømi uttanlands, og at tað kann fáa avleiðingar fyri okkara útflutning.

 

Tí heldur hann, at nú mugu vit viðgera spurningin av álvara, um vit ikki eiga at friða springara. Hann heldur, at fólk úti í heimi eru rættiliga eym um, at vit drepa grind. Men hann sigur, at eru tey eym um grind, eru tey so nógv eymari um springarar, so hetta kann verða alvorligt fyri okkum.

 

Hann sigur, at hann er niðurringdur av fólki, sum hava kært sína neyð og øll eru samd um, at hatta hoyrdi ongastaðni heima. Og tá ið føroyingar sjálvir hava hesa støðuna til springaradrápi, hvat munnu útlendingar so hugsa, spyr hann.

 

– Vit mugu minnast til, at vit eru ikki einsamøll á jørðini, tvørtur ímóti er verðin nógvar ferðir minni nú, enn hon var fyri einum mansaldri síðani, tí nú ganga øll við einum filmstóli, og einum myndatóli, í lummanum.

 

– Hetta er ein gloypibiti av teimum heilt stóru, sum vilja okkum ilt í sambandi við grindadráp, sigur Ólavur Sjúrðarberg. Og hann heldur, at vit eisini at tora at viðurkenna tað, sum ikki er nøktandi, og at gera okkurt við tað.

 

Hann sigur eisini, at nógvastaðni er tað nakað nýtt at halda springarum til. Sjálvur er hann uppvaksin í Klaksvík og hann minnist einki til, at springarar vórðu hildnir til, uttan tá ið teir vóru uppi í eini grind. Hann minnist eisini, at tað eru eini 20 - 30 ár síðani, at sandingar, og sýslumaðurin, sum tá var á Sandi, tóku ta støðu, at springarar skuldu fáa frið fyri sandoyingum.