Nú skal heimaskansin standa sína roynd

Sum fuglurin Fønix reisti KÍ seg á Balkan eftir at tað í langa løtu sá heilt ljótt út

Síðsta bríksl hevur ljóðað í Kosovo, har KÍ í 29 hitastigum í kvøld hevur stríðst fyri at varðveita møguleikan at halda fram í Europa Conference League. Máltalvan vísir 3-2, og tað ber við sær, at klaksvíkingar eiga realistiskan møguleika í næstu viku at vinna seg víðari í kappingini, tá ið teir á Tórsvølli eiga heimavøll ímóti Ballkani úr Kosovo.

 

Tá ið heimaliðið fimm minuttir eftir steðgin økti um heimaleiðsluna til 3-0, var tað heilt lítið, sum bendi á, at talan fór at verða um spenning í næstu viku.

 

KÍ legði øgiliga bragdliga fyri, og pressið frammarlaga á vøllinum órógvaði heilt týðuliga heimamenninar.

 

Jóannes Bjartalíð tiltuskaði sær fríspark frammarlaga í høgru, sum hann sjálvur tók sær av, og eisini í einum øðrum føri – mitt fyri málinum – var tað vandamikið, tá ið væl upplagdi Jóannes Bjartalíð royndi seg.

 

So var tað sum um, at heimaliðið fótaði sær, og KÍ hevði í tað mesta av einum tíma stórar trupulleikar. Eftiransingarnar vóru ikki nóg neyvar, spælararnir tóktust hava ilt við at standa á beinunum, og tá ið teir bláu fingu fatur á bóltinum, vóru møguleikarnir at finna viðspælarar fáir, og sendingarnar vóru óneyvar.

 

Hálvur tími var farin, tá ið heimaliðið setti hol á. Framleggingin úr høgru og til handara stólpa var long og neyv, og bólturin varð stútaður í handara síðunetið. Fýra minuttir undan steðginum økti heimaliðið til 2-0 eftir KÍ kiks aftarlaga í vinstru og innlegg, og fimm minuttir eftir steðgin varð 3-0, eftir at KÍ hevði mist mitt á egnari hálvu.

 

So sá av álvara ljótt út, og møguleikin fyri stórtapi lúrdi, hóast KÍ var omaná í royndum ímóti málinum. KÍ hevði níggju og heimaliðið sjey royndir á og framvið málinum. 

 

Brekkan hjá KÍ sá av álvara tung út. Heimaliðið var frammanfyri 3-0 í øllum hitanum. Tað er í slíkum umstøðum, at tað sást, hvat tilfar býr í spælarunum, og tað var í hesari støðuni, at KÍ reisti seg og minkaði um  munin til bæði 3-1 og 3-2. Í báðum førum var tað KÍ toppskjúttin bæði í heimligu kappingini og í europeisku kappingunum, sum var málskjútti. Páll A. Klettskarð minkaði um munintil 3-1, tá ið Jóannes Bjartalíð við frísparki legði innfyri úr vinstru, og hann minkaði um munin til 3-2, tá ið Jákup B. Andreasen eftir fríspark úr høgru frá innskifta Árna Frederiksberg og í vinstru við innaru síðuni legði bóltin neyvt til handara stólpa, har Páll A. Klettskarð var púra blankur, tá ið hann fyri áttandu ferð í Europa skoraði fyri KÍ.

 

So var álopsbogin spentur, og KÍ hevði fleiri møguleikar at javna, men tað kostaði nógv, tá ið Odmar Færø í tíðini, sum dómarin legði aftrat, sá beinleiðis reytt fyri ógvusligt fríspark.

 

Nú er setningurin hjá KÍ um eina viku á Tórsvølli at vinna og harvið at spæla seg víðari í umfari, tá ið tað verður spælt um luttøku í bólkaspælinum. Tað átti at kveikt undir áhugan hjá øllum KÍ viðhaldsfólkum og ivaleyst eisini øðrum fótbóltsáhugaðum føroyingum at møta upp á Tórsvølli og at vera við til at stuðla KÍ spælararnar, so teir av álvara fara at kenna seg eiga heimavøll.

 

 

 

 

 

Ballkani Kosovo – KÍ 3-2 (2-0)

 

1-0: Gripshi 30.

 

2-0: Korenica 41.

 

3-0: Raahmani 50.

 

3-1: Páll A. Klettskarð 69.

 

3-2: Páll A. Klettskarð 88.

 

Europa Conference League

 

Hósdagin 4. august kl. 19.00 á Stadium Fodil Vokrri í Pristina í Kosovo

 

KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen (Jóannes K. Danielsen, 85.), Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic, Claes Philip Kronberg (Árni Frederiksberg, 73.) – Mads Bo Mikkelsen (Anders Holved Sølvsten 85.) , Páll A. Klettskarð

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Meinhardt P. Joensen, Géza Túri, Dmytro Lytvyn, Jesper Brinck,  Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Valerijs Sabala

 

Gult kort: Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen

 

Reytt kort: Odmar Færø 92. (beinleiðis reytt)

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen