Tað eru tvær heilt ymiskar dagsskráir við Stórá í Trongisvági, tá ið TB seinnapatin fær vitjan av KÍ.
Hjá TB snýr tað seg um at skava stig saman fyri at styrkja um støðuna í kappingini fyri at sleppa undan niðurflyting. Síðsta sunnudag kom tað ógvuliga illa við hjá tvøramonnum, at teir taptu á Argjum. Tað var eftir sera óruddiliga fyrstu løtu, sum kostaði tvey mál.
Tá var málverjin Anders Hoff noyddur at fara av vøllinum beinanvegin, tí hann var sjúkur. Hann er tøkur aftur. Liðformaðurin Salmundur Bech er leikbannaður, og vongverjin í vinstru Ragnar Joensen er tøkur aftur eftir leikbann.
KÍ spælararnir hava síðani tíðliga í gjárkvøldið verið í Suðuroy, har teir royna at fóta sær eftir ferðina í Slovakia og 2-1 tapið hóskvøldið ímóti Slovan.
At tað eru færri enn trý samdøgur millum dystirnar og nógva ferðingin ber við sær ivamál um, hvussu tað manningarliga stendur til. Claes Philip Kronberg er skaddur. Heini Vatnsdal hevur verið skaddur seinastu viurnar. Hann var á beinkinum í Bratislava. René Shaki Joensen var ætlaður at vera millum teir fyrstu ellivu hóskvøldið, men tað vísti seg, at hann var ikki nóg birgur at spæla, og tí var hann ikki á listanum. Ahmed Latif var heldur ikki á listanum, eftir at hann mánakvøldið tíðliga í fyrra hálvleiki noyddist av vøllinum í málleysa javnleikinum ímóti B68 í Klaksvík. Hallur Hansson var hóskvøldið á beinkinum allar 90 minuttirnar.
Stutt er millum dystirnar hjá KÍ í løtuni. Longu mikukvøldið spælir KÍ útsettan dyst ímóti EB/Streymi á útivølli, og næsta sunnudag fær KÍ vitjan av ÍF. Næsti dystur hjá TB verður næsta sunnudag á heimavølli ímóti EB/Streymi.