Seinastu vikuna hevur verið arbeitt við at asfaltera part av Nýggjavegi í Miðvági - frá Ápramsvegi og norður til brúnna, og hetta arbeiðið er nú liðugt.
Í Vága kommunu siga tey, at vegurin er í ringum standi frá brúnni og norður á Heiðar, tey rópa.
- Arbeiðið at breiðka og asfaltera norðara part av Nýggjavegi verður boðið út í vikuni, og útboðið verður millum allar teir lokalu entreprenørarnar í kommununi.
Eftir ætlan fer arbeiðið í gongd so skjótt, sum tilboðini eru komin inn, og sáttmáli er undirskrivaður.
Í Vága kommunu siga tey, at Nýggivegur hevur verið eitt mál, sum hevur ligið í nógv ár.
##med2##
Ein av málsetningunum, sum býráðið, ið nú situr, setti sær fyri, var at fáa málið við Nýggjavegi avgreitt.
- Tað er eingin loyna, at Nýggivegur hevur fylt nógv hjá teimum, sum hava havt sína dagligu gongd her.
Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sigur, at nú sær út til, at hetta arbeiðið kann fáast frá hondini.
- Vit gleða okkum til, at hetta mál verður avgreitt, soleiðis at børn og vaksin trygt kunnu brúka Nýggjaveg sum farleið oman í bygdina, sigur borgarstjórin.