Nú skal tunnilin borast ígjøgnum

Og so verður tað ein tíð afturat, áðrenn hann kann takast í brúk

Nú skal arbeiðið at bora tunnilin til Dals, gerast liðugt. Tað ætlar samgongan. Tað var í 2020, at tunnilsliðið hjá Landsverki fór undir arbeiðið at bora tunnilin til Dals. Men tað hevur ikki ordiliga verið ferð á arbeiðnum, tí játtanin hevur verið so lág, at tey bara hava kunnað arbeitt ein part av árinum.

 

Tunnilin verður 2,2 kilometrar langur og vegirnir til og frá, eru 300 metrar. Harumframt verður ein partur av verandi vegi breiðkaður. Í 2020 vórðu 7,9 milliónir brúktar til at gera tunnil til Dals, og 22,7 milliónir vórðu brúktar í fjør. Í ár eru níggju milliónir játtaðar til Dalstunnilin, men síðani vórðu 10,5 milliónir krónur fluttar frá verkætlanini "Sandslíð" so tilsamans hevur Landsverk 19,5 milliónir at arbeiða fyri í ár. Hetta varð gjøt fyri at kunna arbeiða út í eitt restina av árinum.

 

Miðað verður eftir, at bora Dalstunnilin ígjøgnum á heysti næsta ár, og at tryggja tunnilin nakað. Tískil verða 25 milliónir játtaðar til Dalstunnilin næsta ár.

 

Tá ið tunnilin er boraður ígjøgnum, eru vegirnir, portalarnir eftir at gera, umframt at tunnilin skal tryggjast. Harumframt skulu ljós, trygdarútgerð, og tekniskar installatiónir annars, leggjast í tunnilin. Alt tað tekur tað mesta av einum ári afturat, men nú eru útlit fyri, at tunnilin kann takast í brúk í 2024.