Nú skulu fólk giftast á Trøllatunguni

Fyri fyrstu ferð sleppa fólk giftast á heilt serligum staði í Noregi – men tað verður bert í ein dag

(Mynd: Ritzau Scanpix)

Trolltunga, sum liggur 700 metrar omanfyri Ringedalsvatnet í Noregi, er eitt heimskent ferðamál, og nú hevur Ullensvang Kommuna fyri fyrstu ferð givið loyvi til, at fólk kunnu giftast á sjálvari Trolltunga.

 

Tíðindastovan NTB skrivar, at vígslur av útvaldum pørum verða 14. august og bert hendan eina dagin. Fólk kunnu fram til 11. august søkja um at sleppa at giftast á Trolltunga, og roknað verður við, at fólk úr nógvum londum fara at liggja framvið.

 

Trolltunga er eitt tað kendasta ferðamálið í Noregi og liggur nakað eystanfyri Bergen.

 

Tað er ikki greitt, hvussu nógv pør sleppa at gifta seg á Trolltunga hendan serliga dagin.

 

 

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)