Nú verða VAR-samrøður í Premier League atkomuligar

Premier League ynskir størri opinleika innan VAR-avgerðir

VAR (Video Assistant Referee) varð fyrstu ferð nýtt í Premier League í kappinginarárinum 2019/20. Hetta hendi eftir at feløgini atkvøddu fyri nýggju skipanini í november 2018.

 

Tað eru fá mál innan fótbóltsheimin, sum hava verið eins umstrídd sum VAR. Nær kannar dómarin hendingina aftur? Hvussu langt kann dómarin fara aftur og broyta eina avgerð? Nær telist tað sum ein nýggj støða? Hetta eru alt spurningar, sum regluliga eru at hoyra, tá hugt verður eftir dystum við VAR. Summi halda, at sjarman við Premier League er farin við VAR, men meginparturin tekur undir við skipanini, hóast ábøtur eru neyðugar.

 

Nú verður eitt stórt fet tikið, ið skal skapa størri opinleika innan dómara-avgerðir í Premier League. Sambært eini ætlan hja Premier League, verða samrøðurnar framyvir almennar millum dómarnar og tey, sum sita í VAR-hølunum.

 

Premier League stjórin Richard Masters sigur, at ætlanin hevur stóra undirtøku. Upptøkurnar verða ikki almennar, fyrrenn dysturin er leiktur. Man letur ikki samrøðurnar beinleiðis fara út til áskoðararnir.

 

Hetta er ein leistur, ið millum annað verður nýttur í Major League Soccer í USA. Har ein samandráttur av VAR-avgerðunum við samrøðunum verður lagdur út á YouTube.

 

- Tey flestu halda hetta verða eina góða skipan. Vit ynskja størri opinleika, og at fjepparin skal fáa innlit í dómarans avgerðir. Vit mugu bara nágreiniliga finna útav, hvussu vit gera hetta, sigur Richard Masters við The Times.