B36 er steypavinnari

Tórður Thomsen er settur inn at verja NSÍ málið í brotssparkskappingini

Finalan um løgmanssteypið í 2021 verður nú avgjørd í brotssparkskapping.

 

NSÍ og B36 fyrireika seg nú til brotssparkskappingina. Støðan er 1-1 eftir 120 minuttir í vanligari leiktíð og longdari leiktíð.

 

Vinnarin í brotssparkskappingini fær umframt steypið 1,8 milliónir krónur fyri rættin at luttaka í Europa næsta summar.

 

NSÍ skifti í síðstu sekundunum Tórð Thomsen inn at verja málið. Hann bjargaði trimum brotsspørkum mánakvøldið, tá ið NSÍ vann brotssparkskapping ímóti HB og tryggjaði sær pláss í finaluni.

 

Vit fylgja brotssparkskappingini her:

 

Kappingin verður ímóti Fimi, og NSÍ leggur fyri.

 

1-0: Klæmint A. Olsen

 

1-1: Lukas Enevoldsen

 

2-1: Rógvi Egilstoft

 

2-1: Alex Mellemgaard Tórður Thomsen bjargar

 

2-1: Aron Knudsen Bólturin fer væl omanfyri málið

 

2-2: Benjamin Heinesen

 

3-2: Betuel Hansen

 

3-3: Bjarni Petersen 

 

3-3: Tróndur Jensen Bólturin fer væl omanfyri málið

 

3-4: Mathias Thrane