? Nú verður lættari at leggja langtíðarætlanir

Landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum sigur, at vælferðin ikki verður skerd við nýggju avtaluni. ? Nú ber til at varðveita og endurnýggja vælferðarskipanina eftir føroyskum leisti, sigur Helena Dam á Neystabø

Undir samráðingunum hevur hon lagt dent á, at almanna- og heilsumál ikki skul koma føroyingum aftur um brekku. Helena Dan á Neystabø er sannførd um, at tað nú verður lættari í allar mátar at bera byrðarnar hjá okkum.

? Vit hava fingið eina avgera góða avtalu. Tað merkir, at tað verður lættari at leggja langtíðarætlanir viðvíkjandi vælferðini. Vit kunnu varðveita og endurnýggja skipanina eftir føroyskum leisti.

? Harnæst hava vit fingið allar avtalur við danir settar úr gildi, sum eru gjørdar frá 6. okt. 1992, undantikið undirgrundarmálið. Umframt tað hava vit fingið Fíggingargrunnin og Framtaksgrunnin o.a., sum gera føroyingar fíggjarliga betur fyri.

Fara vit at merkja fíggjarligan bata?

? Tað verður ið hvussu er ikki soleiðis, at vit fara at byrja eitt forbrúkaragildi. Vit fara heldur at konsolidera samfelagið. Í tí liggur eisini, at vit tryggja einstakar føroyingar, sigur Helena Dam á Neystabø, sum nevnir 20 ára avtaluna.

? Vit skulu gjalda minni í rentu og avdráttum, enn vit í dag gjalda ? bert í rentu. Við ongari avtalu skuldu vit goldið 1,3 mia. kr. bara í avdrátti í 1999. Umframt tað fáa vit nýggja, lagaligari afturgjaldsskipan, so eg haldi, at vit kunnu vera nøgd, sigur landsstýrismaðurin.

? Seinni fara vit at tosa um ríkisrættarligu viðurskiftini. Tað merkir, at vit ikki heilt fara úr ríkisfelagsskapinum, men hava felags kongshús, gjaldoyra osfr. Ætlanin er at brúka íslendsku skipanina, og vit fara at stovna ríkjasamband, har danir og føroyingar verða javnt stillaðir, sigur Helena Dam á Neystabø í lítlari viðmerking aftan á samráðingarnar í fíggjarmálaráðnum mikumorgunin.