Nú verður nógv strangari at ferðast við ávísum kelidjórum

Krøvini verða munandi herd, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Nú verður nógv strangari at ferðast til og úr Føroyum við kettum og hundum. Tað upplýsir Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú um, og nýggju reglurnar koma í gildið tann 1. oktober í ár

 

Eftir nýggju reglunum ber framvegis til at ferðast úr Føroyum við hundum og kettum. Krøvini verða tó munandi herd og nú verður tað ein treyt, at tað skal søkjast um ferðaloyvi. Í tí sambandi skal kettan, ella hundurin, kannast hjá djóralækna í landinum, ferðast verður í, áðrenn tað ber til at koma heimaftur til Føroya. Hinvegin skal kettan, ella hundurin, ikki aftur til djóralækna tá ið tey eru afturkomin.

 

Samstundis verður tað ikki loyvt at ferðast til Føroya við hundum ella kettum. Tey, sum ætla sær tað, skulu søkja um innflutningsloyvi fyri at fáa hund ella kettu til Føroya. Harafturat verða londini nú flokkað í bólkar, alt eftir, hvussu stendur til við djórasjúkum. Flokkarnir eita A, B og onnur lond.

 

Krøvini um koppsetingar til hund eru tey somu sum fyrr, men krav er um eina nýggja koppseting til kettu. Tað er eisini eitt krav, at blóðroynd verður tikin av hundum og kettum, sum koma úr londum í bólki B. Blóðroyndin skal vera tikin 12 vikur, áðrenn djórið kemur til Føroya og djórapass verður ikki góðtikið sum innflutningsskjal.

 

Hinvegin dettur kravið burtur um, at váttan skal fyriliggja frá djóralækna í londum í flokki A. Stuðulshundur verður nú loyvdur undir serligum treytum

 

Atlantsflog, Smyril Line, og onnur flutningsfeløg, skulu verða løggild til at flyta djórum fyri at kunna flyta hundar og kettu úr Føroyum og til Føroya Flutningsfeløgini skulu hava eina móttøkustøð til at seta hund ella kettu í, um heilsuváttanin ikki er fullfíggjað, ella okkurt annað manglar. Djórið skal vera í móttøkustøðini til greiða er fingin á støðuni.

 

Flutningsfeløgini skulu nú eisini kanna skjøl, áðrenn djórið verður flutt til Føroya.  Tollmyndugleikin kannar skjøl sum vanligt við komu til Føroya.

 

Londini í flokki A, eru Danmark, Finnland, Írland, Ísland, Noreg, Stóra Bretland og Svøríki.

 

Lond í flokki B, eru Belgia, Bulgaria, Estland, Frankaríki, Grikkaland, griksi parturin av Kýpros íroknaður, Grønland, Italia, Kekkia, Kroatia, Letland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malta, Niðurlond, Pólland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Svalbard, Sveis, Týskland, Ungarn og Eysturríki

 

Onnur lond eru tey lond, ið ikki eru í flokki A ella B.