Nú verður reinsiverkið dagført

- Teir komandi dagarnar verður sett upp ein royndarskipan, sum skal staðfesta, um til ber at fáa litin í vatninum burtur við at brúka kolfiltur, siga tey í Nes kommunu.

Vísandi til tilgongdina í 2022 um at betra um vatngóðskuna í Nes kommunu, samtykti bygdaráðið í januar at taka av tilboði frá Mest uppá at dagføra reinsiverkið.

 

- Endamálið við hesum er fyrst og fremst at fáa litin úr drekkivatninum.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at hesa vikuna er arbeiðið byrjað at seta nýggj UV-filtur í við tilhoyrandi nýggjum kontrolskápum.

 

- Teir komandi dagarnar verður sett upp ein royndarskipan, sum skal staðfesta, um til ber at fáa litin burtur úr vatninum við at brúka kolfiltur.

 

Í Nes kommu siga tey, at í næstum verður eisini sett upp eitt aggrigat í nýggja skúrinum, sum arbeiðsmenn hjá kommununi eru í ferð við at gera uppat reinsiverkinum.

 

##med2##

 

##med3##