Nú gongur av álvara tann rætta vegin á Eiði.
Eftir at hava ligið stilt í langa tíð nærkast nú tann dagur aftur í stórum, at arbeiðið verður aftur á flakavirkinum í bygdini.
Og Jóhan Páll Joensen, stjóri á Norðís, sigur, at gongst sum ætlað, verður virkið klárt at taka ímóti fiski síðst í næstu viku, ella í seinasta lagi í aðru viku.
Síðani virkið varð keypt frá Føroya Fiskavirking, hevur verið arbeitt uppá at fáa gjørt tað klárt at taka ímóti fiski, báði so og so.
Fyrst blivu eigaraviðurskiftini umskipað. Felagið, sum upprunaliga keypti virkið frá Fiskavirking, bleiv gjørt til eitt ?holdingfelag³, sum tey siga, ið keypti flakavirkið saman við einum øðrum, nýstovnaðum ?holdingfelagi³, sum systkinabørnini bæði, Jóhan David og Jóhan Páll Joensen í Klaksvík stovnaðu til endamáli.
Teir báðir klaksvíkingarnir komu uppí ætlanina fyri at styrkja virkið á Eiði fíggjarliga, men eisini menniskjansliga, tí teir hava drúgvar royndir at taka av eftir tíðina í Kósavirkinum.
Gera klárt
Jóhan Páll Joensen sigur, at síðani teir keyptu virkið, hevur verið arbeitt uppá at gera tað klárt at taka ímóti fiski.
Báði Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Arbeiðseftirlitið eru uppií við krøvum, sum skulu lúkast.
Jóhan Páll Joensen sigur, at hóast tað ikki er nógv, sum skal gerast við virkið, so tekur tað altíð eitt sindur av tíð at fáa pappírsarbeiðið frá hondini.
Tað størsta takið er at fáa frystaríið ílagið.
Ikki tí, tað er so nógv í vegin við tí. Men áðrenn farast kann í holt við arbeiðið, skal ammoniakkið tømast úr tí, og tað tekur tíð.
Kanska í næstu viku
Jóhan Páll Joensen sigur, at tá ið teir høvdu keypt virkið, høvdu teir sett sær fyri at verða til reiðar at taka ímóti fiski tann 1. juni.
Og tað sær út til, at hetta fer at halda, so dánt í hvussu so er.
Tí stjórin á Norðís sigur, at hann roknar við, at virkið verður liðugt síðst í næstu viku, - ella kanska í aðru viku.
Vanligt flakavirki
Men tað verður neyvan so stórt arbeiðspláss, sum tað var fyrr.
Jóhan Páll Joensen roknar við, at brúk verður fyri einum 50-50 fólkum á virkinum. Teir miðja eftir at taka ímóti 3.000 tonsum um ári.
Jóhan Páll Joensen sigur, at í fyrstu atløgu er ætlanin at virkið á Eiði skal verða eitt vanligt flakavirki.
Men ætanin er eisini at fara undir at skera fløkini í bitar, tað, tey nevna ?uppskering³.
Hetta er ein framleiðsla, sum teir báðir, Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen eru væl kunnigir við frá tíðini á Kósavirkinum.
Maskinurnar til uppskeringina eru bílagdar og verða eftir ætlan settar upp, og tiknar í nýtslu einaferð í mitt í summar - um einar tveir mánaðir.
Teir fara fyri tað mesta at leggja seg eftir at keypa hýsu og tosk, sum teir ætla at fáa frá útróðrarbátum har um leiðar, og annars at keypa frá skipum og av uppboðssølu.
Átta milliónir
Hetta er ein stór íløga, teir eru farnir undir á Eiði.
Stjórin á Norðís sigur, at tá ið virkið er liðugt, og maskinurnar til uppskeringina eru settar upp, fer virkið at standa teimum í átta milliónum.
Teir hava keypt tað fyri fýra milliónir.
Men harafturat skulu íløgur gerast fyri aðrar fýra milliónir tey næstu bæði árini.
Hetta eru íløgur til at lúka krøv frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Arbeiðseftirlitinum og til tær maskinur, sum skulu keypast.
Jóhan Páll Joensen sigur, at táið teir eru farnir undir so stóra íløgu, er tað sjálvandi tí at teir hava vónir um, at tað skal bera til, hóast kappingin um fiskin er gróthørð. Men at tað verður eitt baks, ivast hann ikki í.