Nullloysn í Runavík

Fuglfir?ingar tóku endan upp aftur frá í fjør, og teir fóru væl nøgdir til hús aftur

Fuglfir?ingar tóku endan upp aftur frá í fjør, og teir fóru væl nøgdir til hús aftur


Í fjør enda?u átta av teimum átjan landskappingardystunum hjá ÍF vi? javnleiki, millum anna? spældu teir í fyrsta umfarinum málleysan javnleik á heimavølli móti KÍ.

Í ár var fyrsti dysturin á útivølli móti NSÍ. Móti teimum enda?i ta? á útivølli sí?sta heyst 1-1, og aftur hesa fer? var javnleikur. Úrsliti? var ta? sama sum í fyrsta umfarinum í fjør.

NSÍ leg?i bragdliga fyri, og teir komu fram til fleiri innlegg og eisini okkurt hornasparki?. Men teir fingu einki mál, og ta? var ikki minst málverjanum hjá ÍF, Erlingi Joensen, fyri at takka. Hann var tryggur ? ikki minst tá høgir bóltar komu í brotsteigin, og hóttanirnar frá Christiani Høgna Jacobsen og Óla Hansen í or?sins sanna t?dningi lógu í luftini. Tomasz Przybilski, sum av fyrstan tí? var ætla?ur at vera mi?vallari, men hev?i trupulleikar at standa seg har, tá hann kom til Fuglafir?ar, var í mi?verjuni, og hann var sannur brandur.

Ta? næsta NSÍ kom at fáa mál var tá mi?vallarin Sjúr?ur Jacobsen smekka?i bóltin móti tríkantssamankomingini.

Sum fyrra umfari? lei?, kom ÍF alt meiri fyri seg. Teir spældu seg til onkrar møguleikar, og ta einu fer?ina noyddust teir á heimali?num at bjarga á strikuni. Verjan hjá NSÍ hev?i hesa løtuna onkra fer?ina trupulleikar av n?ggja makkaraparinum í ÍF álopinum, og onkra fer?ina vóru teir vóru fuglfir?ingar nærgangandi, tá teir høvdu hornaspark.


Bara nær vi?

Sum 2. hálvleikur lei? fekk NSÍ betri tak á. Fuglfir?ingar, sum hetta umfari? ongan møguleika høvdu, vóru fyrst og fremst huga?ir í at verja ta?, teir høvdu vi? sær til Runavíkar. Teir á heimali?num skiftu út og umskipa?u fyri at leggja størri tyngd í álopspartin. Mortan Hansen kom inn í álopi?, og Helgi L. Petersen var? fluttur úr høgru og inn á meiri sentrala mi?vøllin fyri at geva pláss fyri Gert Langgaard.

Ta? lá líka sum í luftini, at eitt mál skuldi koma. Heimali?i? hev?i tr?sti?, men av tí at teir gjørdu li?i? so álopskent, so kundi ta? koma fyri, sum so ofta er sæ? fyrr, nevniliga at anna? li?i? tr?stir og kroystir, og at hitt li?i? fær mál.

Einki mál kom. Teir á heimali?num vildu hava Birgir Sondum at bríksla fyri brotssparki ? ikki bara eina fer?, men tvær fer?ir (eina fer? í 1. hálvleiki tá teir mettu at Sjúr?ur Jacobsen var? skumpa?ur í ryggin og eina fer? í 2. hálvleiki, tá teir hildu, at Erling Joensen tók beinini undan Gert Langgaard). Men dómarin var ikki samdur vi? teimum og tagdi. Christian Høgni Jacobsen lobba?i upp um Erling Joensen, men eisini upp um máli?, og so hendi ikki meiri.

Fuglfir?ingar fáa fríggjadagin vitjan av Sumba. Tá ver?ur heimali?i? favorittur, og liva teir upp til ta?, sum ver?ur vænta? av teimum, so hava teir møguleika at blanda seg millum toppli?ini beinanvegin! NSÍ skal út á Svangaskar?, og sjálvt um bara eitt umfar er fari?, so er ta? væl skiljandi, um bæ?i teir í Runavík og teir á Toftum longu kenna eitt ávíst tr?st á sær.


NSÍ-ÍF 0-0

NSÍ: Dejan Milanovic - Kári Sigvardsen, Arnfinn Langgaard, Dánial Hansen, Jónstein Petersen - Helgi L. Petersen, Ey?stein Skipanes, Sjúr?ur Jacobsen, Eddie Mikkelsen - Óli Hansen, Christian Høgni Jacobsen

ÍF: Erling Joensen - Ey?álvur Petersen, Tomasz Przybilski, Chris Knight, Torstein Joensen, Uni Mortensen - Áslakur R. Petersen, Roy Róin, Høgni Hansen - Robert Cieslewicz, Ey?un Samuelsen