Nummar 1 á Billboard uttan at vita av tí

Bárður Háberg og Óli Jógvansson varnaðust ikki, at teirra lag lá nummar eitt á sølulista í USA í fýra vikur í november og desember.

Bárður Háberg og Óli Jógvansson varnaðust ikki, at teirra lag lá nummar eitt á sølulista í USA í fýra vikur í november og desember.

Baroli Music, ið er føroyska sangskrivingar-verksmiðjan hjá Bárði Háberg og Óla Jógvansson, hava veruliga fingið vind í seglini í seinastuni við lagnum Better in Stereo, ið umframt at vera eyðkennislag til Disney sendirøðina Liv & Maddie, er sent út sum stakfløga.

At tað kann vera trupult at fylgja við hvussu tað gongur við sølu og topplistum, vitnar Bárður Háberg um í kvøld. Tí á Facebook boðar hann í kvøld frá, at hann júst hevur varnast at lagið “Better in Stereo” lá nummar eitt á Billboard listanum fyri  "Kid Digital Songs" í 4 heilar vikur í november og desember í fjør.


Sjónvarpsrøðin er nú komin á føroyskar sjónvarpsskíggjar umvegis donsku Disney Channel, og kann upplivast fríggjadag seinnapart.