Avmarkingarnar í Nuuk eru burtur

- Vit hava nú sæð, at smittan kann koma skjótt, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede.

 

 

Tað eru ikki fleiri smittutilburðir funnir í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, seinastu dagarnar, eftir at seks tilburðir vórðu staðfestir í síðstu viku. Seinasta fríggjadag setti Grønland strangari reglur í gildi, sum skuldu vara til mánadagin - í gjár.

 

Tá varð øll flúgving úr Nuuk steðgað, eins og skeinkistøð og matstovur skuldu vera stongdar. Eisini varð kravt, at fólk, sum fóru út at keypa - og á almenn støð annars - skuldu brúka munnbind. Talið av fólki, sum kundu koyra í almennari bussferðslu í senn, varð eisini avmarkað.

 

Men, tá eingin nýggjur tilburður við covid-19 er funnin í Nuuk um vikuskiftið, eru fyribils avmarkingarnar nú settar úr gildi aftur. Hetta kom fram á einum tíðindafundi seinnapartin í gjár, sum grønlendska landsstýrið skipaði fyri.

 

Avgerðin um at seta avmarkingarnar úr gildi frá á midnátt í gjárkvøldið, merkir, at fólk aftur kunnu fara úr Nuuk og út á bygdirnar, eins og ferðaforboðið úr Nuuk sum heild er sett úr aftur gildi. Neyðugt er heldur ikki at brúka munnbind á almennum støðum.

 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, sigur, at í dag eru avmarkingarnar burtur. Hann leggur tó dent á, at Grønland nú hevur sæð, at smittan kann koma skjótt aftur. Tí verður mælt til at halda seg til galdandi tilmæli um fyribyrging av smittu.

 

Tað var eitt ávíst arbeiðspláss í Nuuk, sum hesaferð varð rakt av koronu-smittu, men nú bendir alt á, at viðurskiftini eru undir eftirliti.