Nuuk letur aftur til mánadagin

Grønlendsku myndugleikarnir siga, at tað ikki er óhugsandi, at ávísur smittuvandi kann vera í Nuuk, og tískil verður heitt á fólk um at ansa sær. 

 

 

Eftir at Grønand hevur havt tríggjar nýggjar koronu-tilburðir hesa vikuna, harav smittukeldan til hin eina framvegis er ókend, steðgar Air Greenland allari flúgving úr Nuuk fram til mánadagin.

 

Ítróttaraktivitetir og matstovur lata eisini aftur. 

 

Á heimasíðuni hjá Air Greenland vóru flogførini í dag avlýst, og soleiðis verður við øllum ferður úr Nuuk fram til mánadgin.

 

Sama er galdand fyri skipið Sarfaq Ittuk, ið ikki tekur ferðafólk úr Nuuk, sum ætlandi skulu norður eftir við skipinum.

 

Grønlendska landsstýri mælir til, at fólk ikki ferðast til Nuuk - uttan so, at hetta er avgerandi neyðugt.

 

Persónurin, sum varð funnin smittaður í gjár, hevði verið úti í náttarlívinum seinasta vikuskiftið, og tað er ein møguleiki fyri, heldur grønlenski landslæknin, at viðkomandi er vorðin smittaður har.

 

Seinasta leygardag át viðkomandi eisini á matstovu á Hotel Hans Egede, og síðan var hann á Skyline og Daddys. Grønlensku myndugleikarnir mæla til, at fólk, sum hava verið á hesum støðum henda dagin, eiga at lata seg kanna.

 

Myndugleikarnir siga, at tað ikki er óhugsandi, at ávísur smittuvandi kann vera í Nuuk, og tískil verður heitt á fólk um at ansa sær og taka atlit.

 

Matstovur, skeinkistøð og ítróttaraktivitetir í Nuuk eru stongd - í fyrsta lagi fram til mánadagin.

 

Fólk, sum keypa inn, skulu hava munnbind, eins og fólk skulu bera munnbind á almennum støðum og í almennum flutningi.

 

- Eisini verður tal sett á, hvussu nógv kunnu koyra við bussunum í býnum í senn, veit Sermitsiaq í dag at siga.