Nýggi Eysturbúgvin er eitt gott skip

- Skipið, sum er bygt í 2001, er ótrúliga væl hildið og fekk í 2017 eina dagføring fyri einar 15 miljónir krónur, sigur reiðarin, Bjarki Magnussen.

 

Tað var sárt hjá eigarunum av gamla Eysturbúgvanum at missa skipið á fyrsta gulllaksatúri í fjør. Reiðarin og ein av eigarunum, Bjarki Magnussen, var sjálvur við henda túrin, og hann kann bert fegnast um, at øll manningin kom burtur úr hendingini á lívi. 

Bæði Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum teir partrolaðu við, høvdu júst skift trolspølini út og vóru nú á fyrsta gulllaksatúri. Tíbetur var meginparturin av manningini á Eysturbúgvanum á dekkinum, tá Vesturbúgvin sigldi á Eysturbúgvan.  

- Meistarin, sum var ein ungur maður, svav, men hann var skjótur uppi.

Reiðarin, Bjarki Magnussen í Húsavík, sigur, at hann er ógvuliga fegin, nú tað hevur eydnast teimum at finna eitt nýtt og enn betri skip fyri Eysturbúgvan.

Vørðustíggjur, sum felagið kallast, ið átti gamla Eysturbúgvan, hevur keypt skipið Mostein úr Haugesund í Noregi. Skipið er keypt fyri umleið 35 miljónir krónur, sum eigararnir halda er eitt gott keyp.

Nýggi Eysturbúgvin er slakar 45 metrar langur og tíggju metrar breiður og soleiðis einar níggju metrar longri, enn gamli Eysturbúgvin var. Nýggja skipið er eisini nakað breiðari. Skipið hevur tvey trolspøl, og yvirtøkan verður umleið 1. mars.

- Tað vóru tveir brøður í Haugesund, sum áttu Mostein. Vit vóru har yviri við góðum fólki og vóru ovfarnir av, hvussu væl hildið skipið er – frá ovast til niðast. Ja, sjálvt í maskinrúminum var ikki ein oljublettur at síggja.  

Á ferðini í Haugesund vóru teir eisini heima privat hjá fyrrverandi eigarunum, og her vórðu teir væl móttiknir. Brøðurnir, sum áttu skipið, skulu nú hava eitt annað skip.

- Nýggja skipið hjá okkum tekur 600 tons. Hetta er meira eitt uppsjóvarskip, sum er væl útgjørt – eisini á brúnni. Umframt gulllaksaloyvi, eiga vit eisini nakað av makreli og sild.

Bjarki Magnussen sigur, at tað fyrsta, teir fara at gera, tá skipið kemur heim, verður at fara á gulllaksaveiði. Síðan vóna teir, at makrelur verður at fáa, eftir at gulllaksavertíðin verður liðug einaferð um ólavsøkutíð.

- Gongst, sum vit ætla, fara vit at gera onkran makreltúr í heyst og síðan onkran sildatúr í oktober ella november. Høvdu vit ikki átt ávísa eginkvotu av makreli og sild, høvdu vit ikki havt keypt skipið, sigur hann.

Reiðarin vísir á, at umframt møguleikarnar við gulllaksi, makreli og sild, hevur nýggi Eysturbúgvin eisini verksmiðju til botnfisk, og her verður væntandi farið á upsaveiði um veturin.

- Skipið hevur kølitangar, ísmaskinu og kryvjimaskinu, og eins og við gamla Eysturbúgvanum, har vit partrolaðu saman við Vesturbúgvanum, verður farið á upsaveiði ein stóran part av vetrarhálvuni.

Nýggja skipið fer ikki at partrola, tí skipið hevur tvey trolspøl og er soleiðis gjørt út til, at skipið fiskar einsamalt. 

- Upsaveiðan hevur verið svikalig í nøkur ár, men vit vóna, at upsafiskiskapurin fer at batna.

Við Eysturbúgvanum vóru vanliga sjey mans, onkuntíð seks, og reiðarin væntar, at manningin við nýggja skipinum verður júst hin sama sum á hinum gamla. 

- Allir hava fingið at vita, at teir eru vælkomnir við nýggja skipinum, og eg haldi, at teir allar flestu eru tøkir. Skiparar verða Henry Mohr, sum hevur verið við í fleiri ár og Jónleif Kass, sum eisini hevur verið við í nøkur ár, sigur Bjarki Magnussen.

 

##med2##

 

Beint áðrenn skipini fóru á seinasta túrin og fyrsta gulllaksatúr í fjør, høvdu tey fingið nýggj trolspøl.