Nýggj frímerki frá Posta, mánadagin, 27. mai

Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna víða og mynda eitt nú føroyskar LP-plátur, lívrunna list, Fossá og undirsjóvarmyndir.

Tíðindaskriv:

 

Føroyskar LP-plátur

 

Frímerkið myndar plátuhúsar, ið umboða bróðurpartin av tí tónleiki, ið var frammi, tá LP-pláturnar høvdu sína stórleikatíð í Føroyum. Hetta var frá seinnu helvt av sekstiárunum og fram til byrjanina av nítiárunum. Her er andaligur tónleikur, fólka-, vísu- og spælimanstónleikur, jazztónleikur, barnatónleikur og rokktónleikur. Tónleikur til gaman og álvara. Útgávan er sett upp í samstarvi við John Dam.

 

Lívið undir vatnskorpuni

 

Undir vatnskorpuni er so sera vakurt. Onkrastaðni ýður tað av lívi av alskyns slagi, og aðrastaðni sæst taraskógurin danda í aldustevi. Harald Bjørgvin hevur tikið vøkru myndirnar, sum mynda Europa-frímerkini í ár. Fyrra frímerkið myndar eina bertáknu, ið skríður ímóti myndatólinum, og tað seinna myndar fjøruna í Akkersvík. Hendan myndin er heilt serlig, soleiðis at ovara helvt er vísir tað, sum er omanfyri vatnskorpuna, meðan niðara helvt vísir tað, sum er undir vatnskorpuni.

 

##med2##

##med3##

Lívrunnin list II

 

Súsan í Jákupsstovu hevur verið slóðari í rákinum, sum nú er, tá tosað verður um stuttflutt, at minka um rusk og at brúka okkara heimliga tilfeingi. Listaverkið á fyrra frímerkinum, “Kavalandslag”, hevur ullinta bakgrund, sum er vovin úr føroyskum tógvi og hevur áseymaðar og broderaðar staklutir. Tilfarið er skræða, vomb, heimagjørt pappír og silki. Verkið “Steinar” á seinna frímerkinum er skulpturur, tveir steinar. Tilfarið er ull, tøvd og formað til steinar, og fyllan er broddur. Originalt verk, og einki umboðar okkara land so væl sum ein steinur. 

 

##med4##

##med5##

Fossá

 

Størstur og glæsiligastur av øllum føroysku fossunum er Fossá, sum liggur sunnanfyri Haldarsvík. Tá turt er í veðrinum er fossurin sjáldan meira enn ein til tveir metrar breiður. Men í regni kemur hann veruliga til sín rætt og er yvir 30 metrar breiður um ovasta tvídeilda fallið. Svarta basaltgrundin økir um dramatiska máttin í hvíta skúminum. Mynd: Marylee Burman.

 

##med6##

Keyp frímerkini á stamps.fo ella á posthúsum kring landið.

 

Á heimasíðu okkara www.stamps.fo ber eisini til at lesa áhugaverdu greinarnar um føroysk frímerki.