Nýggj sending: "Kapitalurin" á FM1

Fríggjamorgnar klokkan 11.10 til 12 verður ein sending um ung og fíggjarviðurskifti á FM1.

Komandi tíðina fer Ragnar Sjúrðarson at hava sendingina Kapitalurin, ið snýr seg um ung og fíggjarviðurskifti.

 

Fyrsti partur í røðini verður at hoyra á FM1, fríggjadagar klokkan 11:10.

 

Í fyrsta partinum fer Ragnar at práta við Onnu Mariu Toftegaard leiðara hjá Betri Ung og Tór Marna Weihe forseta í MFS um tað at flyta av landinum at lesa. Hvat gott er at hava í huga? Hvørjar avbjóðingar ein skal hugsa um og nøkur góð ráð til tey, id skulu av landinum og fyrstuferð standa fíggjarliga á egnum beinum.

 

Sendingin "Kapitalurin" er send í samstarvi við Betri Banka.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo