Nýggja dokkin verður bygd innan fyri verandi dokk. Hon verður 150 metrar long og 30 metrar breið og verður 12 metrar djúp

Nýggja dokkin á Skála verður liðug í 2024

– Dokkin er ein fyri at framtíðartryggja okkum. Vit skulu veita kundum í Føroyum – og útlendskum kundum, tænastur. Og skipini gerast alsamt størri, tí er avbjóðingin at fáa eina størri dokk.

Nýggja dokkin verður bygd innan fyri verandi dokk. Hon verður 150 metrar long og 30 metrar breið og verður 12 metrar djúp

Tað sigur Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni Mest í samrøðu við Sosialinum um vikuskiftið, sum hevur ískoytisblaðið Vinnuna við hesaferð.

 

Nýggja dokkin fer at kunna taka øll føroysk skip – uttan Norrønu, og hon skal standa liðug í 2024, sigur stjórin. Hann vísir á, at hon er bæði til føroyska og útlendska marknaðin.

 

Nýggja dokkin verður bygd innan fyri verandi dokk. Hon verður 150 metrar long og 30 metrar breið og verður 12 metrar djúp. Bygningarnir, sum standa har, verða tiknir niður. Men hinvegin, so verður stóra høllin, sum ætlanir hava verið um, ikki bygd.

 

– Eg fari ikki at siga, at hon ongantíð kemur, men hendan íløgan í dokkina verður so stór, at tað verður í øllum førum seinur dagur.

 

Í mun til gomlu dokkina, so verður ein vegur gjørdur oman í nýggju dokkina. Tað fer at gera tað munandi høgligari, enn í gomlu dokkini, har alt má hivast upp og niður.

 

Vegur skal kortini gerast í sambandi við arbeiðið, so verður hann bara varðveittur, sum tað sæst á myndini.

 

Gamla dokkin er frá 1979, og hevur riggað sera væl, sigur Mouritz Mohr.

 

Tað verður soleiðis á Skála, at stóru útbyggingarnar hjá Mest verða.

 

Íslendsk skip eru javnan at síggja á skipasmiðjunum hjá Mest. Mourits Mohr sigur, at tó at tey hava fleiri skipasmiðjur í Íslandi, so er eingin so stór, sum dokkin á Skála verður.

 

Hann sigur, at tey hava rímuliga fast nøkur íslendsk skip hvørt ár, serliga skip á Eysturlandinum, sum eru komin higar í fleiri ár. Somuleiðis eru skip úr Grønlandi regluligir kundar á MEST. Og har eru nýggju skipini somuleiðis ov stór til verandi dokk á Skála.

 

Nýggja dokkin verður bygd innan fyri verandi dokk. Hon verður 150 metrar long og 30 metrar breið og verður 12 metrar djúp

Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni Mest