Nýggj farmaruta til Hollands

Smyril Line broytir rutunetið og ger eina nýggja rutu beinleiðis til og úr Rotterdam í Hollandi

M/V Akranes hjá Smyril Line skal røkja nýggju rutuna millum Ísland, Føroyar og Holland

Farmaskipið M/V Akranes hjá Smyril Line fer nú at sigla eina nýggja leið millum Thorlakshöfn í Íslandi, Tórshavn og Rotterdam í Hollandi.

 

Akranes fer at sigla úr Íslandi mikukvøld, úr Føroyum hóskvøld og síðani gongur leiðin beinleiðis til Rotterdam. Komið verður til Rotterdam leygardag seinnapart, og fráferð verður úr Rotterdam leygarkvøld beinleiðis aftur til Íslands við komu mikumorgun.

 

– Nýggja farleiðin við Akranes hevur við sær, at íslendskir og føroyskir útflytarar fáa nýggjar útflutningsmøguleikar við fráferðum mikukvøld úr Íslandi og hóskvøld úr Tórshavn beinleiðis til Evropa. Leiðin gevur eisini hópin av atkomumøguleikum til marknaðir nær og fjar, skrivar Smyril Line í tíðindaskrivi.

 

– Farleiðin við Akranes letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum hjá íslendskum innflytarum, hesir fáa nú  eina miðviku levering úr Evropa til Reykjavíkar økið, skrivar felagið.

 

##med2##

 

Ætlanin er, at fyrsta fráferðin við Akranes verður úr Rotterdam 20. november 2021.

 

M/V Akranes var bygt í 1998 á UMOE Sterkoder skipasmiðjuni í Noreg. Skipið er 138 metrar langt og 23 metrar breitt.

 

Smyril Line keypti skipið í desember 2019.

 

##med2##

 

M/V Akranes hjá Smyril Line skal røkja nýggju rutuna millum Ísland, Føroyar og Holland