Nýggja Havnará - úr føroyskum basalti

Undirhaldstrappan í Vágsbotni er eitt prýði fyri Havnina, og nú bendir alt á, at nýggja Havnará fer at gerast enn ein perla í Havn.

 

Umframt at J&K Petersen hava fingið til uppgávu at fremja verkætlanina við nýggju Havnará fyri Tórshavnar kommunu, verður eisini Føroya Grótvirki í Skopun ein stórur veitari av føroyskum gróti í verkætlanini.

Tað eru arkitektarnir Zeta Architects, sum hava gjørt uppskotið. Verkætlanin er í trimum stigum, men arbeitt verður út í eitt, undantikið tá neyðugt kanska verður at taka atlit til ávísar umstøður í býnum.

 

Sambært Zeta Architects fer nýggja áin at laga seg eftir umstøðunum í lendinum – við at broyta dám og eginleikar omaneftir. Onkustaðni lyftir áin seg upp úr lendinum, og aðrastaðni flýtur hon saman við gøtuni. Uppaftur aðrastaðni grevur áin seg niður í gøtuna.   

 

Øll verkætlanin við nýggju Havnará, sum kemur at síggjast, verður bygd úr føroyskum gróti, sum verður sprongt í Høvdarhaga og skorið á Føroya Grótvirki í Skopun.

 

Høgni Tausen er stjóri í Føroya Grótvirki, har arbeitt verður við føroyskum basalti burturav. Ein av stóru verkætlanunum var flotta undirhaldstrappan í Vágsbotni, sum stóð liðug í 2016.

 

Á Føroya Grótvirki hava tey fingið nógvar afturmeldingar um hesa verkætlan, og trappan í Vágsbotni er líka so livandi í dag, sum hon var, tá hon varð tikin í nýtslu. 

 

Trappan er eitt prýði fyri Havnina; her er einki at seta fingurin á, og í Tórshavnar kommunu sera fegin um trappuna.

 

Høgni Tausen sigur, at nú verkætlanin við nýggju Havnará skal fremjast, er hetta í krónum ein størri sáttmáli fyri Føroya Grótvirki, enn trappan í Vágsbotni var í sínari tíð.

- Eg haldi, at Zeta Architects eru komnir sera væl frá sínum uppskoti, og eg vænti, at hetta fer at síggja rættiliga gott út, og at áin verður eitt prýði fyri miðbýin í Havn, sigur hann.

 

Høgni Tausen dugir ikki at síggja fyri sær, at Havnará kundi verið latin upp aftur fyribils, tí hetta hevði verið ein ovurhondsstór verkætlan, sum hevði kravt rættiliga nógv. 

- Tí haldi eg, at verkætlanin, sum býráðið nú er í holt við, saktans letur seg fremja, samstundis sum tilgjørda áin verður eitt rættiligt prýði fyri miðbýin, sigur hann.

 

##med2##

 

Føroya Grótvirki fer at lata J&K Petersen umleið 1000 fermetrar av føroyskum grótflísum, sum verða fýra sentimetrar tjúkkar. Haraftrat skal virkið eisini lata kantsteinar og annað til verkætlanina.

 

Í løtuni er ikki endaliga gjørt av, hvussu botnurin í ánni verður, men her heldur Høgni Tausen, at føroyska grótið eisini er sera vælegnað.

- Eg haldi ikki, at betong skal síggjast í einari slíkari verkætlan. Botnurin fer at rigga væl, um hann verður lagdur við skornum og brendum grótflísum, sum eg eisini vænti, at hann verður. 

Nýggja Havnará fer at byrja skamt oman fyri Betri Banka, og her byrjar áin við, at smáir løkir fara at renna í hana.

 

- Her í byrjanini kemur at liggja nakað av føroyskum hagagróti, sum vit skulu fáa hendur á, og eg vænti, at eisini hetta grótið kemur úr Sandoynni, sigur Høgni Tausen.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin og fæst til keyps í blaðsølunum, er stórt serblað um vinnu, og her er eisini forvitnislig grein um nýggja trolvirki í Klaksvík, sum JFK og Føroyagrunnurin eiga meirilutan í.

 

 

Høgni Tausen, stjóri í Føroya Grótvirki.