Í eina tíð hevur verið arbeitt fram ímóti, at ÍSF skal húsast omaná Fimi í Gundadali, og á aðalfundinum leygarmorgunin varð avgerð tikin um, at nýggja ÍSF húsið skal staðsetast har.
Harvið byrjar ein nýggjur kapittul hjá íSF, nú gamla ÍSF húsið, ið stóð við síðuna av svimjihøllini í Gundadali, er rivið niður fyri at gera pláss fyri nýggja langhylinum.
- Eg síggi fyri mær, at nýggja ÍSF húsið skal vera eitt livandi hús, segði Elin H. Joensen, ÍSF forseti, millum annað í forsetafrágreiðing síni.
- Ætlanin er, at nýggja ÍSF húsið skal verða eitt opið og livandi hús, serliga fyri sambondini, við møguleika fyri samstarvi, fundum, skeiðsvirksemi og sparring - men tað skal eisini vea opið fyri almenningin.
Forsetin í ÍSF greiddi frá, at avgerð eisini er tikin um, at eitt føroyskt ítróttasavn skal verða partur av byggingini.
- ÍSF eigur nógvar forvitnisligar lutir, sum í løtuni ikki koma til sín rætt, tí vit ikki hava umstøður at vísa teir fram. Á ítróttafagnaðinum 2020 fingu vit enn ein forvitnisligan lut til savnið. Tað var Føroya fyrsti startrevolvari, ið Poul E. Petersen, fyrsti forseti í ÍSF, fekk frá eingilskmonnum - og sum hann hevði við sær kring landið til kappingar av ymsum slagi.
Í løtuni húsast ÍSF á Frælsinum, og har verður skrivstovan, inntil nýggja húsið verður klárt. Nú meirluti leygarmorgunin atkvøddi fyri at halda fram við arbeiðinum, verður farið undir at fyrireika byggingina.