Nyggjan flogvøll og hvat so?

Jú fyri tað fyrsta, so fer ferðavinnan sambært Sjúrði Skaale at blóma sum ongantíð fyrr, samstundis sum heilt aðrir møguleikar verða at útfluta feskan fisk.

Til tað er at siga, at við teimum minimalu nøgdunum og hartil óstabilu viðurskiftunum vegna veður o.a., so kemur tað ongantíð upp á tal, at sáttmálar kunna gerast í samband við útflutning av ferskun fiski. Tí er tað ein beinleiðis reingjan av veruleikanum, tá hetta verður brúkt sum argument fyri nýggjun flogvølli.

Hví ikki síggja veruleikan og leggja tøl á borðið, sum vísa hvussu nógv er útflutt av fiski loftvegis higartil? Eingin sum helst ivi er um, at var tað nakar sum helst áhugi, so hava góðir møguleikar verið fyri at gjørt hesa sápubløðru til veruleika. Til dømis tá tvey feløg kappaðust á Føroya-rutuni, og tað var so stórur avlopskapasitetur, at pláss var fyri fleiri tonsum dagliga. Og ikki at tala um, tá Maersk í longri tíð hevði ein avlopskapasitet uppá eini 60-70%. Og hvørja viðmerking hevur okkara flakavinna til, at politikarar argumentera fyri at gera milliarda íløgur í nýggjan flogvøll fyri at flyta feskan, óviðgjørdan fisk av landinum, so at arbeiðspláss í hópatali í okkara fiskivinnu koma í vanda fyri at hvørva sum døgg fyri sól.

Og so kemur Bjarni Djuurholm við tí eftihondini kenda gullegginum, at fáa vit ein altjóða flogvøll, so fáa vit ein regularitet, sum bæði Heathrow og Frankfurt fara at misunna okkum. Álvaratos, sjálvur meti eg mannin verða sera skilagóðan, eisini sum politikara, men at billa fólki inn, at tá hvørki dómari, spælarar ella ákoðarar kunna síggja, hvar bólturin er á fótbóltsvøllinum á Argjun á einum øki, sum er á leið á stødd við nakrar húsagrundir, so kunnu flogfør uttan trupulleikar lenda á Glyvursnesi í somu líkindum, tað er langt úti.

Havi verið eitt summar í Tórshavn, har tú illa sást húsana millum, og lúðurin á Molanum ýldi í samfullar tríggjar vikur uttan íhald, tí hann lá av eystri og landsynnigi. Samstundis var sól og hoyterri í Vágum hvønn dag. Tað skal samstundis viðurkennast, at sunnan og útsyningur er ringasta ætt í Mykinesfirði. Hesir veruleikar eru bert ein áminning um, at vit eru eitt oyggjaland við serligum vind og veðurviðurskiftum, sama um fleiri flogvallir verða bygdir.

Tá Glyvursnes-ætlanin var í hæddini síðst í fýrsunum, var høvuðsgrundgevingin eitt lítið suð av einum motori, sum skuldi prógva, hvussu lítlan larm flogfarið gjørdi, tá tað fleyg yvur Havnini. Hinvegin var einki nevnt um turbulens, og mjørki á Glyvursnesi var ein býur í Kina.

Taka vit til dømis í ár, so høvdu vit eitt summar við eysturætt meginpartin av sumrinum, soleiðis at bláur himmal og sól var í vikuvís yvir Vága floghavn, burtursæð frá einstøkum døgum. Av tí sama var regulariteturin góður.

At billa sær inn, at ongin turbulensur, mjørki ella aðrir trupulleikar kunna gera seg galdandi á einum møguligum flogvølli á Glyvursnesi í stormi av útsynningi, tá innflúgvingin skal gerast inn yvir fjøllini í Norðoyggjun og Eysturoynni, og harafturat í mjørkaveðrið, tá skal ein verða óluksáliga lokalur.

Tað er vist, at tað kann gerast ógvuliga turbulent, bæði so og so. At gera eina milliarda íløgu í nýggjan flogvøll í samband við ferðavinnuna bara fyri at sleppa at flúgva kanska 5 minuttir styttri, og at vit harafturat biðja arbeiðskvinnuna á Vesturbrúgv gjalda hesa íløgu er so langt úti, at bæði løgmaður og Poul Michelsen skuldu skammast.