Hesi húsini eru so væl kannað, sum eingi onnur hús eru í norskari kriminalsøgu. Telefonin er avlurtað, og løgreglan setti upp lurtiskipan. Í loyndum setti løgreglan gps’ara í bilin hjá Tom Hagen.

Nýggjar kanningar í heiminum hjá ríkmanninum

- Kanningarnar í vikuni eru gjørdar við samtykki frá Tom Hagen, sigur Gjermund Hanssen, kanningarleiðari hjá løgregluni.

 

Hesi húsini eru so væl kannað, sum eingi onnur hús eru í norskari kriminalsøgu. Telefonin er avlurtað, og løgreglan setti upp lurtiskipan. Í loyndum setti løgreglan gps’ara í bilin hjá Tom Hagen.

Norska løgreglan hevur enn einaferð gjørt nýggjar kanningar í húsunum hjá ríkmanninum, Tom Hagen, í Lørenskog. 

Tað váttar Gjermund Hanssen, sum hevur ábyrgdina av einum loyndarfullum máli fyri norsku løgregluna.

Tey, sum minnast málið um norsku ríkmanskonuna, Onnu-Elisabeth Hagen, sum hvarv í heimi sínum hin 31. oktober í 2018, vita ivaleyst eisini, at maður hennara, Tom Hagen, framvegis er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. 

Í langa tíð varð hildið, at konan var rænd, tí í heiminum, tá hon var horvin, lá eitt krav um loysigjald, sum maðurin hennara skuldi rinda, um hann skuldi síggja konu sína aftur á lívi.

Kravið var á einar 90 miljónir norskar krónur, men løgreglan helt ikki, at Tom Hagen skuldi rinda hesar pengarnar, fyrr enn ránararnir høvdu prógvað, at Anne-Elisabeth Hagen var á lívi.

Og tað hendi ongantíð. 

Eingin hevur hoyrt, ei heldur sæð nakað til konuna, síðan hon hvarv, meðan Tom Hagen var til arbeiðis. Tað er prógvað, at hon var á lívi, tá ríkmaðurin fór frá húsum og møtti til arbeiðis, tí hon snakkaði í telefon við eitt av børnunum heima við hús, eftir at maðurin var farin heimanífrá.

Vakmyndir á arbeiðsplássinum vístu, at bilurin hjá Tom Hagen kom í túnið, og síðan vísa allar kanningar hjá løgregluni, at hann ongantíð fór av arbeiðsplássinum aftur, fyrr enn hann fór til hús at leita eftir konu síni nakað eftir klokkan 13 henda feigdardag. 

Húsini hjá Tom Hagen eru so væl kannað, sum eingi onnur hús eru í norskari kriminalsøgu. Telefonin hjá ríkmanninum er avlurtað yvir langar tíðir, og eisini í húsunum setti løgreglan upp lurtiskipan, eins og løgreglan í loyndum hevði gps’ara í bili hansara.

 

Men, einki av hesum hevur avdúkað mannin í nakrari brotsgerð.

Skuldsetingin móti ríkmanninum stendur framvegis við, men enn hevur løgreglan ikki megnað at lyft málið har til, at nøkur ákæra er reist.

 

Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, hevur sagt, at grundarlagið hjá løgregluni, soleiðis sum tíðin er gingin, og maðurin í loyndum er kannaður bæði á ein og annan hátt, er viknað.

Verjin væntar ikki, at nøkur ákæra yvirhøvur fer at verða reist móti Tom Hagen.

Men, hóast drúgvu kanningarnar í húsunum í Lørenskog, eru húsini hjá ríkmanninum enn einaferð kannað.  

- Løgreglan kann vátta, at vit hesa vikuna hava gjørt eina nýggja ástaðarkanning. Vit hava gjørt nakrar einfaldar endurgerðir ella rekonstruktiónir, nakrar tilvísingar og hava mett um kanningar, vit áður hava gjørt.

Gjermund Hanssen sigur, at endamálið hesaferð eisini var at síggja kriminalteknisku sporini í einum ávísum samanhangi og finna út av, um aðrar kanningar skulu gerast.

Hann leggur aftrat, at arbeiðið í húsunum í Lørenskog nú er liðugt, men at løgreglan heldur fram við royndunum at greiða tilburðargongdina, tá brotsgerðin varð framd ímóti Anne-Elisabeth Hagen.

- Kanningar í vikuni eru gjørdar við samtykki frá Tom Hagen, leggur Gjermund Hanssen aftrat. 

Hóast Anne-Elisabeth Hagen sporleyst hvarv hin 31. oktober í 2018, var tað ikki fyrr enn í apríl í 2020, at hjúnafelagin, Tom Hagen, varð skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni.

Í september í 2020 flutti ríkmaðurin heim aftur í hús síni, eftir at løgreglan tá hevði havt húsini undir hond í fleiri mánaðir. Tom Hagen hevur alla tíðina sagt, at hann ongan leiklut eigur í, at kona hansara hvarv úr heiminum feigdardagin fyri hálvum fjórða ári síðan.

Men, framvegis er maðurin, sum nú er komin væl upp í sjeytiárini, skuldsettur fyri at vera atvoldin til, at kona hansara er burtur.

 

Hesi húsini eru so væl kannað, sum eingi onnur hús eru í norskari kriminalsøgu. Telefonin er avlurtað, og løgreglan setti upp lurtiskipan. Í loyndum setti løgreglan gps’ara í bilin hjá Tom Hagen.