Familjan býr í Bø, har maðurin hevur sínar røtur og eitt lítið festi. Seyðurin gongur millum smátturnar og ger sær ein túr upp á grastekjuna av og á, og í umhvørvinum eru dunnur og høsn.
Tað eru ikki minst útlendsku ferðafólkini, sum eru hugtikin av kríatúrunum.
Smátturnar minna um gamalt føroyskt bygdalag, bygdar í gomlum byggisniði. Tær standa á ymiskan hátt og ikki í ávísari røð. Her eru laðaðir veggir, sum vakra náttúran tekur til sín.
Allar smátturnar stóðu uppi í mai í 2018.
- Her hevur verið væl at gera, og tað vóru fá vikuskifti í vetur, at ikki onkur av smáttunum var útleigað, sigur Tróndur Evaldson Niclasen.
Um veturin eru tað mest føroyingar, men her hava eisini verið útlendskir gestir.
Í ár teknar alt seg rættiliga væl.
- Útlendingar eru tíðliga á veg at bóka leigu, og tað er mangt, sum bendir á, at vit fara vit at hava fullar smáttur fram til heystar. Men, øll eru hjartaliga vælkomin at spyrja seg fyri.
Eini 90 prosent av teimum, sum leiga um summarið, eru útlendingar.
- Árið eftir, at vit tóku smátturnar í brúk, kom korona. Síðan komu tvey ár við koronu. Nú bendir alt á, at árið í ár verður betur enn nakað annað ár.
Tey hava ikki beinleiðis havt mat við í virkseminum í Bø.
- Útlendskir gestir kunnu spyrja, hvussu tey fáa fatur í feskum laksi, og hann skaffa vit frá Hiddenfjord, og so fáa øll, sum eru í smáttunum, eitt petti í part. Fleiri spyrja eisini eftir skerpikjøti, grind og øðrum føroyskum.
Í smáttunum í Bø kunnu haldast smærri fundir, tiltøk og skeið, og tá kunnu fólk gista og fáa mat, um tey ynskja tað.
Allar smátturnar eru hitaðar við jarðhita. Á loftinum eru tvey kømur, eitt í hvørjum enda.
Opið er upp í tróðurið í miðjuni, har tappan kemur upp.
Útsýnið, sum hevur útlendska sølunavnið - theview.fo - leggur stóran dent á, at konseptið er í samljóði við náttúruna og bygdarfólkið í Bø.
Málið er altíð at veita kvalitet og góð upplivilsir.
- Her er høvi til fundar-og skeiðvirksemi, kryddað við mati og onkrari náttúruuppliving, sigur Tróndur Evaldson Niclasen.