Nýggju prestur avloysari í Vesturkirkjuni

Hann skal vera vikarur í Tórshavnar vestara prestagjaldi í tríggjar mánaðir

Á felags kirkjuráðsfundi í gjár var nólsoyingurin Hanus Pál Jógvansson, gudfrøðingur, innstillaður til kallið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi frá 1. mai – 31. juli 2022. Tað skrivar Fólkakirkjan.

 

Tá ið talan er um vikar, er biskupur setanarmyndugleikin.

 

Treytað av at landsstýrismaður í mentamálum gevur vígsluloyvi, er ætlanin at prestvíga Hanus Pál í dómkirkjuni 24. apríl kl. 16.

 

Undir gudstænastuni í Vesturkirkjuni sunnudagin 1. mai klokkan 11 skipar dómprósturin nýggja prestin í kallið.

 

Fýra umsøkjarar vóru til vikariatið.