Nýggjur borgarstjóri á Eiði

Á fyrsta sinni situr ein kvinna við borðendan í Eiðis kommunu. Men tað er tó fyribils.

Av tí at borgarstjórin á Eiði, Rógvi Egilstoft, fer í farloyvi í morgin og verður burtur í eitt hálvt ár, hevur bygdaráðið valt Annsy Høghamar til fyribils borgarstjóra hetta tíðarskeiðið.

 

Á bygdaráðsfundi í kvøld var Annsy Høghamar einmælt vald til borgarstjóra.

 

Annsy er fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í Eiðis kommunu. 

 

Hon er dóttir Hildigarð Høghamar, sum var fyrsta kvinnan í Eiðis bygdarráð, og sat frá 1981-84.