Nýggjur formaður í B68

Á eykaaðalfundi í kvøld varð nýggj nevnd vald í Tofta Ítróttarfelag

Frá vinstru: Hanna Krista Poulsen, Petur Gaardlykke, Niclas Allan Danielsen, Ian D. Jacobsen, Maria Jóhannusardóttir Joensen, Djóni Højgaard og Mainhard Fróði Højgaard.

Frá vinstru: Hanna Krista Poulsen, Petur Gaardlykke, Niclas Allan Danielsen, Ian D. Jacobsen, Maria Jóhannusardóttir Joensen, Djóni Højgaard og Mainhard Fróði Højgaard.

Nýggjur formaður er valdur í Tofta Ítróttarfelag.

 

Eykaaðalfundur var í kvøld. Eitt mál var á dagsskrá, og tað var at velja nýggja nevnd. Fyri nøkrum árum síðani varð samtykt, at nevndarval skuldi vera tíðliga á heystinum, meðan vanligi aðalfundurin við framløgu av roknskapi er í fyrsta fjórðingsári.

 

Nýggjur formaður í B68 er Ian D. Jacobsen, og Petur Gaardlykke er næstformaður. Niclas Allan Danielsen er peningarøkil, og Hanna Krista Poulsen er skrivari. Mainhard Fróði Højgaard er ungdómsábyrgdari og nevndarlimir eru Djóni Højgaard og Maria Jóhannusardóttir Joensen. Tiltakslimir eru Arne Ree Winthereigh og Høgni Petersen.

 

Oddmar Andreassen, sum var formaður, og Jógvan Hendrik Johannesen, sum var skrivari, eru ikki longur í nevndini.

 

Frá vinstru: Hanna Krista Poulsen, Petur Gaardlykke, Niclas Allan Danielsen, Ian D. Jacobsen, Maria Jóhannusardóttir Joensen, Djóni Højgaard og Mainhard Fróði Højgaard.