Nýggi jólasangurin kallast "Jólini Nærkast" og snýr seg millum annað um nøkur av teimum góðu, og minni góðu, tingunum við jólunum.
Sangurin er framleiddur av Julian Andreasen/Dori, sum eisini stóð fyri framleiðsluni av sangunum “Bygdafrell” og “Lívsins Leið”. Árni Andreasen syngur kór og hevur eisini ein forvitnisligan leiklut í sjálvum sanginum
Eitt tónleikasjónband er gjørt til sangin, og tað hevur Allan Korsager Davidsen tikið sær av.
Sangurin er at finna á Youtube og kemur seinni at kunna hoyrast á eitt nú Spotify
Um sagin:
Orð & lag: Ronnie Korsager Davidsen
Lagt til rættis: Julian Andreasen & Ronnie Korsager Davidsen
Framleitt og ljóðblandað: Dori Music / Julian Andreasen
Sangur: Ronnie Korsager Davidsen
Kór: Ronnie Korsager Davidsen & Árni Andreasen
Jólamaður: Árni Andreasen
Tónleikasjónband: Allan Korsager Davidsen
Hoyr nýggja jólasangin her:
##med2##