Nýggjur kappingarleistur í hondbóltinum

Eitt endaspæl við fjórðingsfinalum er partur av nýggja kappingarleistinum

Á limafundi fyri komandi kappingarár, samtyktu feløgini endaliga nýggjan kappingarleist fyri fremstu deildirnar, sum arbeiðsbólkur hevur arbeitt við, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum. Nýggi kappingarleisturin minnir um verandi leist, tó er endaspælið broytt nakað. Í grundspælinum spæla liðini trýggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum, hareftir kappingin verður skipað í endaspæl.

 

Í endaspælinum verða fyrst spældar fjórðingsfinalur millum ávikavist nummar trý og nummar seks, og nummar fýra og nummar fimm á stigatalvuni. Tað verður spældur ein dystur millum liðini, har liðini ovari á stigatalvuni hava heimavøll.

 

Liðini, sum enda nummar eitt og tvey á stigatalvuni í grundspælinum, koma beinleiðis í hálvfinalurnar, har tey møta vinnarunum av fjórðingsfinalunum. Nummar eitt møtir lægra liðinum á stigatalvuni eftir grundspælið, og nummar tvey møtir hægra liðnum. Spældar verða best av trimum hálvfinalum. Nummar eitt og tvey á stigatalvuni í grundspælinum hava heimavøll í øðrum og møguligum triðja dysti.

 

Tapandi liðini í hálvfinalunum spæla ein dyst um triðja pláss í kappingini. Liðið, sum endaði ovari í grundspælinum hevur heimavøll. Um FM verða spældar best av fimm finalum. Tríggir finaludystir skulu vinnast fyri at gerast føroyameistari, boðar Hondbóltssambandið frá.

 

Landskappingarnar hjá monnum og kvinnum byrjaðu um vikuskiftið. Tað ber til at lesa meira um tað á In.fo undir Ítrótti og Hondbólti á høvðusyvirlitinum.