Nýggjur spælari til Kyndil

Sune Jannek Thomsen fer komandi kappingarár at spæla við Kyndilsmonnum.

Kyndil skrivar, at Sune er 20 ára gamal, hevur sín hondbóltsuppvøkstur í Kolding og kann spæla á øllum plássum í bakketuni.

 

– Somuleiðis hava vit fingið tilgongd av Jákup Andreas Joensen, sum í fleiri ár hevur spælt við besta liðnum hjá VÍF.

 

– Vit ynskja Suna og Jákup Andreasi bestu eyndu og vælkomnar í Kyndil, skrivar Kyndil.

 

##med2##