Nýggjur stjóri í Menningagrunni Útnorðurs

Hann loysir av Sverra Hansen, sum verður pensjóneraður

Bjartur Nolsøe hevur starvast í Grønlandi áður

Nevndin í Menningargrunni Útnorðurs (Vestnordenfonden) hevur sett Bjartur Nolsøe sum nýggjan stjóra. Hann byrjar sum stjóri 1. apríl 2022. Høvuðssæti hjá Menningargrunni Útnorðurs er í Nuuk í Grønlandi.

 

Bjartur Nolsøe er 52 ára gamal, bankaútbúgvin, og hevur prógv sum HD. Hann er bankaútbúgvin í Eikbanka.

 

Í seks ár arbeiddi Bjartur Nolsøe í Grønlandi. Fyrst sum leiðari á Vinnudeildini í Grønlandsbankanum og síðani sum leiðari av deildini hjá Banknordik í Grønlandi. Harafturat hevur hann verið leiðari í Íverksetarahúsinum í Klaksvík.

 

##med2##

 

Bjartur Nolsøe tekur við eftir Sverra Hansen, og sum ynskir at fara á pensión.

 

Bjartur Nolsøe hevur starvast í Grønlandi áður

Sverri Hansen leggur frá sær sum stjóri í Útnorðurgrunninum 1. apríl og fer á pensjón