Eyðun Húsgarð – tann í miðjuni – er nýggjur leiðari í Svimjihøllini í Havn

Nýggjur stjóri í svimjihøllini í Havn

Eyðun Húsgarð nýggjur leiðari í Svimjihøllini í Gundadali

 

Eyðun Húsgarð – tann í miðjuni – er nýggjur leiðari í Svimjihøllini í Havn

Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Eyðun Húsgarð í starv sum leiðari fyri Svimjihøllina.

 

Eyðun Húsgarð, sum er útbúgvin prentari og skipsførari, hevur leiðsluroyndir úr vinnulívinum, eitt nú sum stjóri á Prentmiðstøðini.

 

Hann hevur eisini verið varaleiðari í Svimjihøllini eitt tíðarskeið umframt arbeitt sum lívbjargari.

Eyðun er eisini kendur í felagsumhvørvinum bæði í Havnar Svimjifelag og Svimjisambandi Føroya.

 

Svimjihøllin hevur uml. 160.000 vitjandi árliga. Høllin verður í løtuni bygd út við langhyli og vælveruøki.

 

Eyðun Húsgarð – tann í miðjuni – er nýggjur leiðari í Svimjihøllini í Havn