Hesa seinastu tíðina er ein spildurnýggjur variantur av koronu farin at gera um seg, serliga í USA. TV2 sigur, at granskarar halda, at hesin varianturin eisini hevur sín uppruna í USA, har hann, upp á rættiliga stutta tíð, er vorðin mest vanligi varianturin av koronu í norðara parti í USA.
Hetta er ein variantur, sum granskarar fylgja serliga væl við, tí hann smittar verri enn nakar annar variantur, umframt at hann, meiri enn aðrir variantar, eisini smittar fólk, sum eru mótstøðufør. Granskarar siga, at hetta er tann varianturin, sum hevur breitt seg skjótast av øllum.
Hinvegin eru enn ongar ábendingar um, at fólk verða sjúkari av hesum variantinum emm av øðrum variantum. Hesin varianturin kallast XXB.1.5. Hann er eisini staðfestir í Danmark, og fleiri øðrum londum í Evropu, men enn er talan um ógvuliga fáar tilburðir um okkara leiðir.
Men meiri hann breiðir seg, størri er vandin fyri, at hann broytist til heilt aðrar variantar, siga granskarar. TV2 sigur frá Statens Seruminstitut, at enn er eingin orsøk til stúra meiri fyri hesum variantinum, enn fyri øðrum variantum, men at hetta er ein variantur tey serliga hava eyguni við. Tað kann nevniliga eisini henda, at hetta verður tann vanligasti varianturin um okkara leiðir longur út á várið vit koma.
Yvirhøvur er støðan eitt sindur óviss í løtuni, tí korona er aftur eksploderað í Kina og fleiri lond hava nú sett tiltøk í verk og krevja, at øll fólk, sum koma úr Kina, verða kannað á markinum, áðrenn tey sleppa leys.