Nykøbing Falster vann - Randers og Ajax taptu

Føroyski landsliðsmálverjin slapp upp í part í dag

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen bjargaði trimum av trimum skotroyndum, tá hon og liðfelagarnir í Nykøbing Falster vunnu stórsigur 32-20 á Ringkøbing í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini. Cecilie Greve vardi málið hjá Nykøbing Falster størsta partin av tíðini, og hon bjargaði 17 av 33 málroyndum. Ringkøbing fekk fýra brotskøst, ið øll sótu.

 

Nykøbing Falster var á odda 13-10 í steðginum. 

 

Ígjár tapti liðið hjá føroyska landsliðsleikaranum, Pernille Brandenborg 21-25 fyri Århus United á útivølli. Í steðginum var var Århus á odda 12-10.  Pernille Brandenborg skoraði trý mál fyri Randers. 

 

Føroyingaliðið, Ajax spældi ígjár fyrsta dystin á heimavølli hetta kappingarárið móti gamla stórliðnum, Viborg.

 

Viborg vann greiðan 28-18 sigur á Ajax. Viborg var á odda 14-7 í steðginum.

 

Súna K. Hansen gjørdist toppskjútti hjá Ajax við fýra málum uppá átta málroyndir. Lív S. Poulsen hevði tvær málroyndir, men megnaði ikki at skora í dag. Rakul Wardum bjargaði eina málroynd av seks møguligum, ta løtuna hon slapp á vøllin at verja málið hjá Ajax.

 

Ajax er komið í eitt fíggjarligt ódnarveður. Donsku skattamyndugleikarnir hava sett konkurskrøv móti felagnum.

 

Tí er støðan óvis hjá Ajax, ið umframt tær tríggjar, Súnu, Lív og Rakul eisini hevur Brand Halgirsson og Leiv Mortensen á besta mansliðnum, ið spælir í næstbestu deildini.

 

Komandi dagarnir fara at vísa hvør lagnan hjá Ajax verður. 

 

Nr. Lið: DystirStig
1Odense 24
2Nykøbing Falster24
3Aarhus United24
4Silkeborg-Voel12
5Team Esbjerg22
6Randers HK22
7Viborg HK22
8København 22
9Ajax 22
10Horsens 21
11Skanderborg21
12Ikast 10
13SønderjyskE20
14Ringkøbing20