Nýtt Evropakort at heingja á veggin

Nám hevur gjørt nýtt Evropakort at heingja á veggin.

 

 

Nám hevur gjørt nýtt Evropakort at heingja á veggin.

 

Eins og heimskortið hjá Námi, ”Heimurin”, er kortið umsett úr enskum við støði í kortum hjá Collins Bartholomew, ið er heimsins elsta og størsta kortasavn.

 

”Evropa” er laminerað hæddarkort við landamørkum, sum vísir nøvn á londum, høvum, fjøllum og landafrøðiligum fyribrigdum á føroyskum, eftir somu grundsjónarmiðum sum í atlasinum hjá Námi, ”Atlas til heim og skúla”.

 

Kortið er í lutfalli 1 : 5 000 000 og mátar 113 x 93 cm.