Nýtt graslíki á Tórsvøll

Í dag varð farið undir arbeiðið at skifta graslíki á Tórsvølli

Tórshavnar kommuna skrivar, at talan er um at endurnýggja stoytdoyvingarlagið og graslíkið á Tórsvølli í Gundadali.

 

– Í hesum tíðarskeiðnum koma akfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á økinum á og kring vøllin. Børn, ung, foreldur, venjarar v.m. vera biðin um at vísa stórt ansni við trygdini, meðan arbeiðð fer fram, og at halda seg uttan fyri stadion og tey avmerktu økini sunnan fyri Tórsvøll, er áheitanin frá Tórshavnar kommunu.

 

Arbeiðið verður væntandi liðugt 23. juli 2021.

 

Í meðan arbeiðið fer fram hava feløgini og FSF umlagt virksemið í Gundadali, og eisini flutt nakað av virkseminum til aðrar vallir í kommununi.