Nýtt graslíki á Tórsvøll

Í hesum døgum verður nýtt graslíki lagt á Tórsvøll, og um alt gongur eftir ætlan, verður arbeiðið liðugt um góðar seks vikur

Fyri tíggju árum síðan, tíðliga á heysti í 2011 vórðu ljósmastrarnar á Tórsvølli tiknar í brúk, og árið eftir bleiv grasið tikið av, og graslíkið lagt á í staðin. Síðan tá eru fleiri dystir spældir, umframt at eitt ótal av venjingum hava verið á vøllinum.

 

Men nú er tíðin komin at skifta graslíkið, og sostatt bleiv 5-1 sigurin hjá A-landsliðnum móti Liktinstein tann seinasti á gamla undirlagnum.

 

– Vøllurin hevur roynst okkum væl, og vit hava eisini fingið fleiri góð úrslit. Men hann er nógv slitin, og tí varð avgjørt at skifta vøllin nú, so vit kunnu taka nýggja undirlagið í nýtslu til landsdystirnar í septembur, sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Virgar Hvidbro við heimasíðuna hjá FSF.

 

Um alt gongur eftir ætlan verður arbeiðið liðugt um einar seks vikur. Síðan skal vøllurin, ið er av merkinum Polytan, góðkennast, áðrenn manslandsliðini hjá Ísrael, Danmark og Moldova, og kvinnulandsliðini hjá Spania og Skotlandi koma til Føroyar í septembur mánað at spæla HM-undankappingardystir á nýggja graslíkinum á Tórsvølli.

 

Arbeiðið, at leggja nýtt graslíki á okkara tjóðarleikvøll, verður gjørt í tøttum samstarvi millum Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar kommunu.