Nýtt lag frá I AM

Kristiligi rokkbólkurin I AM hevur givið nýggjan tónleik út

– Talan eru um løg, sum vit hava havt í viðførinum leingi, men ongantíð hava givið út,” sigur Arni Zachariassen, gittarleikari.


– Vit hava tó regluliga spælt sangirnar á konsertum,” leggur hann aftrat.


Fyrsta lagið er “Altíð saman”, og varð tað upptikið í Medley upptøkuhølunum í Keypmannahavn, har tað eisini varð ljóðblandað.


I AM hava fyrr samstarva við framleiðaranum, Søren Mikkelsen. Hann framleiddi eisini sangin, “Can’t Stand (That Face)”, sum bólkurin lat úr hondum í 2019.


– Altíð saman hevur ligið í skuffuni í fleiri ár, greiðir Birgir Sigurðsson, sangari, frá.

 

– Tá vit avgjørdu at fara aftur í upptøkuhølini, var hann okkara fyrsta val. Sangurin er melankolskur, hevur ein lættan og fangandi melodi, ið endar við einum deiligum rokkstemningi.


Teksturin snýr seg um broytingar millum menniskju.


– Um hvussu skjótt tær løtur vit viðismeta hægst, oftast tykjast at enda fyrst og hvussu okkara avgerðir leiða okkum ymiskar leiðir, sigur Birgir Sigurðsson.


Nýggja lagið hjá I AM kann hoyrast á øllum stroymitænastum, eins og Spotify, Apple Music og Tidal.