Nýtt met: 8 útgávur á hitlista samstundis

Kate Bush hevur gjørt comeback við 22 konsertum, og samstundis streyma gomlu útgávurnar hjá henni inn á hitlistar

55 ára gamla Kate Bush er fyrsta kvinna, sum hevur 8 útgávur á hitlistanum í Bretlandi samstundis.

Kate Bush hevur ikki verið á palli í nógv ár, og nú hon setti 22 konsertir á skránna, vóru tey 80.000 atgongumerkini seld eftir einum korteri. Allar konsertirnar verða hildnar í Hammersmith Apollo í London.

Nú Kate Bush kann upplivast á palli aftur, er sølan av hennara gomlu útgávum eksploderað, og farnu vikuna hevur Kate Bush havt 8 útgávur á bretska hitlistanum.