- Positiva gongdin í Runavíkar kommunu við fólkavøkstri og øktum barnatali gevur kommununi positivar avbjóðingar á barnaansingarøkinum.
Runavíkar kommuna sigur, at avgerð tí er tikin um at lata upp eina vøggustovu í Søldarfjarðar skúla, sum skal verða partur av náttúrubarnagarðinum Sóljuhjarta.
Ætlanin er at byrja við hesi vøggustovu 1. februar í 2015.
- Pláss verður fyri 15 børnum og kemur kommunan við hesum at nøkta ansingartørvin næstu tíðina.
Runavíkar kommuna sigur, at tá náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta verður liðugt útbygdur flytir vøggustovan í Sóljuhjarta.
- Umsitingin fer í næstum at venda sær til foreldur við tilboði um ansingarpláss, sigur kommunan.