OD fer at hjálpa fátækasta landinum

Seinasta vikuskiftið varð avgjørt, at hjálparfelagsskapurin Operatión Dagsverk komandi ár skal hjálpa Niger, ið er heimsins fátækasta land. Ymiskir lítlir hjálparfelagsskapir hava seinastu mánaðirnar sent verkætlanaruppskot teirra inn til OD-Sekreteriatið í Keypmannahavn, har tey meta um, hvørji uppskot røkka krøvunum hjá OD.

 

Sunnudagin samtyktu 3 næmingar á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði saman við donsku OD-bólkunum eftir fleiri atkvøðuumførum at stuðla fátækasta landinum í heiminum, vesturafrikanska Niger. Hóast hetta landið er heimsins fátækasta fátækasta land, er tað eisini tað landið, ið fær minsta menningarstuðulin.

 

- Tað er feitt, at vit tora at stuðla einum landi, har øll onnur hava mist vónirnar, sigur Bodil Signe Wedele frá Operatión Dagsverk nevndini. ? Tað er ein røtt OD-verkætlan, sum nýtir undirvísing sum hjálp úr fátækradóminum. Vit rokna við, at hetta fer at loysa seg í Niger, tí verkætlanin hjá okkum tekur útgangsstøði í lokalu umstøðunum.

 

85% av fólkunum í Niger duga hvørki at lesa ella skriva. Gentir og lítlir etniskir bólkar eru sjáldsamar gestir í skúlunum. Verkætlanin vil tí gera ein skúla, har øll hava møguleika fyri at verða undirvíst. Gentirnar skulu oftast vera heima fyri at hjálpa mammuni, men við m.a. at lána foreldrunum eitt asni, vónar OD, at fleiri gentir fáa møguleika fyri at nema sær eina útbúgving og harvið fáa møguleika fyri at fáa eina betri framtíð. Kanska kann júst henda OD-verkætlanin eisini varpa ljós á ringu umstøðurnar í landinum og sostatt gera, at onnur eisini síggja, hvussu týdningarmikið tað er at stuðla her.