Ungu bogaskjúttarnir høvdu í gjár ta fyrru av tveimum føroyameistarakappingum, og talan var hesa ferð um kappingina á 15 metrum fyri skjúttar undir 17 ár.
Odd Andreassen hevur ligið í oddinum í alt ár, og í gjár var einki undantak. Unglingin úr Runavík megnaði innleiðandi at vinna sær 576 stig, og hetta merkir, at metið hjá Eiriki í Jákupsstovu upp á 570 stig, sum hevur staðið í meira enn fimm ár, er tikið.
Teir næstu eftir Odd Andreassen, vóru Trygvi Laksáfoss við 544 stigum og Oddmar Nielsen við 541 stigum.
Odd helt fram at vera sterkari enn hinir í finaluumførunum, og í hálvfinaluni ímóti Heina Bergson vann Odd Andreassen lættliga.
Í sjálvari finaluni kappaðist Odd Andreassen ímóti Trygva Laksáfoss, og eisini tann dystin vann 15 ára gamli runavíkingurin, og tí er hann aftur í ár føroyameistari hjá børnum á 15 metrum. Men tað verður hann ikki aftur, tí í komandi kappingarárið verður hann vaksin.
Um triðja plássið skutu Heini Bergson og Oddmar Nielsen. Tann dysturin endaði javnur 106-106, men í umskjótingini gjørdi Oddmar Nielsen bart og skjeyt pílin mitt í miðjuna. Tað megnaði Heini Bergson ikki, og tí fekk Oddmar Nielsen triðja pláss.