ODDAGREIN: als má hava jørðforbindilsi

Søgan um stóru fráfaringarlønina, sum ALS-stýrið gav frákoyrda stjóra­num, er enn eitt dømi um, hvussu summi fólk halda seg kunna skalta og valta við al­mennum peng­um. Hetta er eitt dømi grammleika, hvussu summi fólk kunnu mjólka al­menna systemið. Hetta er eitt dømi um, hvussu summi fólk kunna traðka á onnur, skerja útgjald, seta í verk kar­ens­dag­ar og annað, sum ger við­ur­skif­t­ini hjá teimum á niðastu rók­u­num verri – meðan tey sjálvi skúma róman.

Hetta er óhoyrt og púra á­byrgd­ar­leyst. ALS stýrið hevur fyrr koyrt ein ann­an stjór­a til hús við meira enn árs­løn, og tí átti hetta ikki at end­ur­tik­ið seg. Tað kunnu fak­fel­ags­um­boð­ini í ALS stýrinum ikki standa model til – hetta er stór skomm fyri fakfelagsrørsluna.

Ofta verður funnist at pol­it­ik­ar­­um, hvussu teir fara við skatt­gjald­ar­ans pen­ingi. So um júst hetta mál­ið um ALS ber prísin, skal vera ó­sagt. Men hetta málið vísir bara, hvussu nevnd­ar­pamparar kunnu mal­trak­tera eina dygdargóða sos­i­ala skipan, sum er stovað við tí góða end­a­máli at hjálpa fólki, so tey hava eina nøk­u­lunda úr­tøku í eitt tí­ð­ar­skeið, har tey eru arbeiðsleys.

Men nógvir pengar eru í kass­a­num hjá ALS. Og tá so er, so eru al­tíð okurkallar, sum síggja sær møg­u­leik­ar. At fáa eitt nevnd­ar­bein at gnaga er gott. Men at sita í stýr­i­num hjá ALS, tað krev­ur so sanniliga, at tú ert tína upp­gávu vaksin. Men skjótt er at fella í freistingina. Er tað veruliga so, at góðar nevnd­ar­sam­­sýn­­ing føra til góð­ar stjór­a­løn­ir. Og at góð­ar stjór­a­løn­ir geva enn bet­ur frá­far­ing­ar­løn­ir?

Og hvussu ber tað til, at fakfeløgum dáma so væl at lívga á­vís­um persónum? Tak­ið bara sam­­sýn­­ing­­ar­­nar til semingsmenn, sum fak­feløg gjalda. Tey himprast ikki við at gjalda semingsmonnum eina heila arbeiðararársløn fyri eitt viku­arbeiði við seming.

Pol­itikarar duga eisini væl at til­tuska sær góðar lønir. Okkara pol­it­ikarar brilliera serliga við pen­sjón­un­um. Um ein starvs­mað­ur skal hava somu pen­sjóns­treyt­ir, sum ein lands­stýr­is­mað­ur – við at vinna fulla pen­sjón eft­ir átta ár­um – so skal hann gjalda upp til 120.000 krón­ur inn um mánaðin.
Tað er okkurt, sum er rívandi gal­ið við, hvussu okkara land og peng­ar verða umsitin. Tað er ikki rætt, at fólk skulu sleppa at oyðsla soleiðis við okk­ara fel­ags skatt­a­krón­um.

ALS stýr­ið hev­u­r spælt fall­it og eig­ur at fara frá.

Fyri at tryggja okkum, at nýggi stjór­in freistast at verða kraddari, so eig­ur sátt­mál­in við løn og øll­um at vera al­manna­kunn­gjørd­ur. ALS hev­ur eina serliga ábyrgd at vísa, at leið­andi fólk­ini á stovn­i­num hava jørð­for­bind­ilsi – og at tey eru til fyri tey ar­beiðs­leysu og ikki øvugt.