Eitt eru tær staðfestingar og metingar fyri framtíðina, sum Landsbankin kemur við. Men landsbankastjórin kundi eisini hugsað sær, at politikarar høvdu betri amboð, eitt nú til at stýra íløgum – ella amboð, sum kunnu tryggja, at tær íløgur, sum verða gjørdar, veruliga eru tær íløgur, sum ávirka framleiðslutørvin best.
Vit skulu ikki siga nakran ringan fyri at halda, at politikarar ikki eru tey bestu at meta um, hvørjar íløgur eru rættar. Her er tað, at landsbankin sær fyri sær, at veruliga fakligar metingar verða grundarlag fyri politiskum avgerðum.
Hesum hava fólkin í landsbankanum sjálvandi rætt í. Og eins sjálvsagt er tað, at politikkur og fakligur kunnleiki ikki er tað sama, men tað snýr sum hjá politikarunum og fakfólki at finna ta røttu leiðina. Ofta síggja politikarar eina dygd í at niðurgera fakliga kunnleikan. Tá argumentini ikki halda, so verður bara sligið upp í glens.
Men slíkt byggir sjálvandi einki land.
Sigurð Poulsen nevndi tað neyðuga at gera fakligar metingar um effektina av teimum ymsu íløgunum, sum politiska skipanin setur út í kortið. Hetta er so sjálvsagt – og vit taka neyvan munnum ov fullan tá vit siga, at valla fyriliggja slíkar metingar fyri allar tær íløgurnar í íløguætlanin fyri næstu tíggju árini. Men tað áttu tær sjálvandi at gjørt.
Á sama hátt er við fiskivinnuni. Har gongur illa at fáa politiksa myndugleikan at ganga hon dí hon við fakkunnleikan – og í heila tikið vilja fleiri politikarar als ikki kennast við, at ein fakkunnleiki er uppi á landi. Tá so er, so verður trupult at leggja soleðis til rættis, at øll fáa sum mest burturúr.
Tað er so trupult at fáa henda politiskt konsensus, sum skal til. Og púra vónleyst tykist tað at fáa semju um, hvussu vit taka okkum betur av tilfeinginum. Landsbankin heldur, at tað kann gerast við at eitt nú at taka yvirkapasitetin úr vinnuni, og at vinnan verður skipað meira marknaðarligt. Heldur enn at fáa tilfeingið fyri einki, so eiga aktørarnir í vinnuni at gjalda fyri tað – og helst eisini kappast um at fáa fatur á tí.
Høvdu politikarar, vinna og fakkunnleikin tosað betur saman, so varð nógv vunni.
Meðan vit bíða kunnu vit fegnast um, at útlit eru fyri einum lítlum vøkstri í 2013, sum kann vaksa til meira, um rætt verður atborið.