Tað var boðskaðurin, sum Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri sendi út seinnapartin fríggjadagin.
Í stuttum er boðskapurin hjá Jørgen Niclasen, at danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, nú er farin at herma eftir landsstýrinum við at skatta pensjónir við inngjaldi heldur enn við útgjaldi. Hetta er sami Bjarne Corydon, sum fyri stuttum hevur hartað Jørgen Niclasen og landsstýrið, tí at lógin um at skatta pensjónir við inngjaldi heldur enn við útgjaldi varð sett í verk, uttan at staturin sum arbeiðsgevari, ella onnur, sum varða av málinum, eitt nú fakfeløgini, sum hava sáttmála við statin, fingu høvi til siga sína hugsan um lógaruppskotið, sum tey ikki fingu til hoyringar.
Tað er sera áhugavert, at Jørgen Niclasen, sum undirskrivar seg sum fíggjarmálaráðharri, soleiðis boðar frá, at danska javnaðarstjórnin nú tekur undir við skattapolitikkinum hjá Jørgen Niclasen. Hetta er so áhugavert, at tað átti at fingið størri yvirskriftir, enn eitt tíðindaskriv frá Fólkaflokkinum. Hvar eru fakfeløgini, sum so mannsterk hava mótmælt? Hvar eru allir búskaparfrøðingarnir, sum so staðiliga hava mótmælt politikkinum hjá landsstýrinum? Hvar er andstøðan, sum so náðileyst hevur niðurgjørt politikkin hjá landsstýrinum?
Um tað veruliga er satt, sum Jørgen Niclasen sigur, at Bjarne Corydon og danska stjórnin nú herma eftir Jørgen Niclasen og Føroya Landsstýri, so mugu fakfeløg og andstøða bíta høvdið av allari skomm! Um Bjarne Corydon og Helle Thorning-Schimdt leggja seg skerfløt fyri Jørgen Niclasen, so passar tað sum Kaj Leo so ofta hevur sagt, at »okkurt gera vit rætt«.
Men um tað ikki passar, sum Jørgen Niclasen sigur, so støðan eins álvarsom, tí ein fíggjarmálaráðharri má ikki siga ósatt.
»Skattanýskiapnin hjá donsku Javnaðarstjórnini líkist tí í nógvar mátar skattanýskipanini og uppskotinum til karmar hjá føroya landsstýri fyri at fáa gongd í aftur føroyska búskapin, samstundis sum undirskot landskassans, sum frá líður, verður vent til yvirskot.«
Vit fáa óivað nógvar viðmerkingar til útsøgnini hjá Jørgen Niclasen, so vit bíða í spenningi um, hvør er klókari, Jørgen Niclasen ella Bjarne Corydon...