Oddagrein: Festivalar byggja brýr

Í kvøld og komandi dagarnar kemur festivaltíðin í Føroyum av álvara í hæddina. Eftir Mjús og Jóansøkufestivalar og nú bert eina viku undan tjóðarhátíð okkara, ólavsøkuni, verða porturini latin upp fyri tí nógv umrødda og vælumtókta G! festivalinum í Gøtu. Fyri tað mesta ungdómar og hálvvaksin men eisini tilkomin úr øllum landinum leita sær til Gøtu at fáa eitt stórt tónleikaupplivilsi og helst meira enn tað.

Sum ikki einaferð eru tað veðurgudarnir, sum gera av, hvussu stórt hetta upplivilsi verður. Vit krossa fingrar eisini fyri G! veðrinum - at hesin festivalurin skal hepnast væl, og at tey mongu ungfólkini, tá tey taka tjøldini niðuraftur eftir eitt spennandi vikuskifti, fara heimaftur við nøkrum tónleikaupplivilsum ríkari og kanska eisini við enn fleiri vinum.

Ein festivalur er sjálvandi fyrst og fremst ein eingangsuppliving. Men hann er ella kann vera so nógv annað. Hann kann verða við til at byggja brýr millum tónleikarar sínamillum bæði føroyskar og útlendskar, og hann kann byggja brýr millum ta áhugaðu tónleikafjøldina og so tónleikaheimin sum heild. Í síðsta enda kann ein festivalur eisini vera við til at eggja til og menna føroyska tónlist - eisini til at gerast lopfjøl fyri føroyskum tónleiki út í heim.

Tá ólavsøkan er farin aftur um bak og væl tað kemur festivaltíðin enn einaferð í hæddina. Tá fer Summarfestivalurin í Klaksvík av bakkastokki, ein festivalur, sum hóast hann byggir á eitt øðrvísi konsept enn tað hjá G!, kortini dregur túsundtals fólk til sín. Nettupp við ikki at kopiera hvør annan ber á henda hátt til at geva einum størri tali av føroyingum og í ymsum aldri eisini atgongd til festivalar.

Tað eru tey, sum halda, at tað er við at koma inflatión í tónleikafestivalar. Tað kann tað vera nakað um, men hetta fer brúkarin so at gera av. Ynskir hann ikki at fara til ein ávísan festival, ja, so er neyvan grundarlag fyri honum. Vit kunnu í hvussu er staðfesta, at G! og Summarfestivalur eru komnir fyri at verða. Sum nakað nýtt fáa vit so eisini ein Fjar afestival og vendir hesin sær til tey, sum serstakliga hava áhuga í kristiligum tónleiki, og tey eru eisini mong. Tað kann tí hugsast, at hesin festivalur eisini fer at gerast ein fastur táttur í framtíðini.

Vit ynskja øllum hesum trimum festivalum góða eydnu.

Sosialurin