Hon vísir á, at støðan í Føroyum ikki er góð, tí kvinnuumboðanin er ov lítil. Hon vísir eisini á, at valið hesaferð í so máta var ein afturgongd, tí kvinnuumboðanin í føroyskum kommunustýrum fór úr 31 niður í 28 prosent.
Vit hava so mangan víst á, at størsti trupulleikin við javnstøðu í politikki er, at fyri at kvinnur skulu fáa vald, sum mugu menn missa vald. Og tað er tað, sum er so ringt hjá monnum. Teir halda helst, at kvinnu skulu sleppa framat – men bara tað ikki gongur út yvir »teir«.
Tí skal altíð ein kollvelting til, fyri at kvinnur skulu fáa vald. Ofta verða politisku flokkarnir lastaðir fyri vantandi vilja til at fremja javnstøðu. Men taka vit kommunuvalið hesaferð, so hava politisku flokkarnir skikkað sær væl í so máta. Serliga í Havn, í Klaksvík og á Tvøroyri. Men tó eisini í Vági og í Eysturkommunu, ið hava flokspolitiska uppstilling.
Í Havn vórðu valdar seks kvinnur og sjey menn í býráðið. Tað gevur eitt prosentbýti upp á 46/54. Í Klaksvík vórðu valdar fimm kvinnur og seks menn. Tað gevur eitt prosentbýti upp á 45/55.
Hetta ber boð um, at í hvussu so er Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í Havn hava dugað at havt eina góða uppstilling – og eina góða kvinnuuppstilling. Sama kann sigast um Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi í Klaksvík.
Hinvegin hava Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Havn dugað hetta út av lagi illa.
Bakslátturin – ella backlash ' – sum Beinta í Jákupsstovu tosar um, er serliga galdandi á plássum, har fólkið stillar upp á »almennum listum«. Her síggja vit nógvastaðni, at manererað verður soleiðis, at bara ein listi er – ella í øllum førum ein stórur listi, sum ræður, eitt nú í Runavík og Sunda kommunu. Her er einki fótarbeiði áðrenn, eingin planlegging um uppstilling, so sum politiskir flokkar gera. Her er tað ganska almindiligur talibanstílur, sum verður brúktur. Tað er eisini einfaldari, tí so sleppa menn frá at lata valdið frá sær, og kvinnurnar halda seg ikki til, og so koyrir tað bara víðari upp á besta beskubb.
Kanska skuldu politisku flokkarnir gjørt meira við uppstilling í fleiri kommunum kring landið, tí har er kanska eitt sindur meira av skili í hóast alt. Politisku flokkarnir gurnda sín politikk á ymisk virðisgrundarløg, sum fólk við ymsum uppfatanum kunnu kenna seg aftur í – og teir duga betur javnstøðu enn floksleysu mansdomineraðu listarnar...
Lesið grein hjá Beintu í Jákupsstovu á síðu 20